Ferðamannaflogfar fann stuttleikabát

Tá eitt kanadiskt ferðamannaflogfar var á veg úr Vancouver til Sidney í Avstralia, bað avstralska sjóverjan flogskiparan flúgva ein lítlan umveg, tí sjóverjan hevði fingið eitt neyðarkall av havleiðini eystan fyri Avstralia.

Flogskiparin gjørdi av at taka flogfarið niður í 6.000 fóta hædd, og við hjálp frá einum kikara, sum eitt av ferðafólkunum hevði, fekk hann eygað á ein lítlan bát, sum rak einar 250 fjórðingar eystur úr Sidney.

-Vit eru sera fegin um, at vit kundu hjálpa, sigur talsmaðurin hjá Air Canada, Peter Fitzpatrick.

Tá sjóverjan fekk at vita, hvar báturin var staddur, sendi hon eitt bjargingarflogfar út til bátin við einum bjargingarbáti og einari fylgisveinatelefon. Seinni tók ein løgreglubátur mannin, sum var einsamallur í bátinum, og sum hevði rikið fyri vág og vind í eina viku, tí einki brennievni var eftir.