Ferðamannaflogfar dottið niður í Afghanistan

Eitt afghanskt ferðamannaflogfar við 43 fólkum umborð er horvið í fjallalendinum norðan fyri høvuðsstaðin Kabul. Myndugleikarnir siga, at teir mistu sambandið við flogfari, tá tað var við Salang-skarðið einar 100 kilometrar frá Kabul.

Løgreglan í Kabul sigur við tíðindastovuna AP, at tað er lítið at ivast í, at flogfarið er dottið niður. Myndugleikarnir hava sent bjargingarfólk at leita.

Afghanska felagið Pamir Airways eigur flogfarið. 38 ferðafólk vóru við, og manningin telur fimm. Tann lokali guvernørurin sigur, at tað er væl hugsandi, at útlendingar vóru við flogfarinum.