Ferðalumálaráðharrin ræðist Dash-8

Danski ferðslumálaráðharrin sigur, at hann torir ikki at flúgva við flogførum av slagnum Dash-8 -Eg fari ikki á flog við einum flogfari av slagnum Dash-8, tí tað tori eg ikki, sigur danski ferðslumálaráðharrin, Jakob Axel Nielsen, eftir at enn eitt Dash-8-flogfar mátti trygdarlenda í Kastrup í gjár.

44 fólk vóru í flogfarinum, sum kom úr Bergen, mein eingin fekk mein av hendingini.

Loftferðslumyndugleikarnir í Danmark, Svøríki og Noregi hava givið boð um, at einki flogfar av slagnum Dash-8 sleppur at flúgva fyribils.

Óhappið í gjár hevur við sær, at SAS noyðist at avlýsa 42 rutuferðir í dag.