Ferðaleiðari við marglætisskipum á Antarktis

Til ísklæddu víddirnar við Suðurpólin ferðaðust fyri 50 og 100 og kanska eisini 200 árum síðani, bert tjøldur og annar flytifuglur, hvalur og kópur. Og so eisini polarfarar, ið uppdagaðu heimin, menn, ið ikki vóru sum fólk flest. Seinni stungu hvalastøðir og granskingarstøðir seg upp. Í dag ferðast vælbjargað ferðafólk til hvítu fløturnar og ein av ferðaleiðarum teirra er Klaus Kiesewetter, ið hevur búð í Føroyum í eini 19 ár

Klaus Kiesewetter er týskari, ið fyri mongun árum síðani fann sær unnustu í Føroyum, og her hevur hann búð í eini 19 ár. Tey eiga hús við Skálafjørðin, men búgva í løtuni í Keypmannahavn. Men tey eru vís í, at tey venda heim aftur til Føroya.
Klaus Kiesewetter hevur vitjað heima í Føroyum síðstu tvær vikurnar. Hann hevur hildið fyrilestur um starv sítt sum ferðaleiðari við Suðurpólin og hóskvøldið 7. mars vitjaði hann við ljósmyndum í Stóra Pakkhúsi í Vági, har eini hálvthundrað fólk savnaðust. Fyrilesturin var samstarv við Norðurlandahúsið, har fyrilesturin var leygardagin.
Breyt ísin beinanveg
Ferðamannaskip, størri og smærri, sigla til Antarktis og Klaus er ferðaleiðari. Somu skip leggja eisini leiðina til Føroya á summri.
Tær stóru ísfløturnar, Antarktis, stóðu á breddanum í Pakkhúsinum og Klaus breyt beinanvegin ísin, tá hann byrjaði sína heitu frásøgn.
Lítillátin legði hann fyri við at umbera, at hann ikki tosaði føroyskt raðið. Men á hampuliga góðum føroyskum helt hann fram, at hann legði ikki í, um onkur hevði hug at smílast, so tað vóru áhoyrararnir vælkomnir at gera.
So kom skemtiliga søgan um ta ferðina, hann ringdi til oljuavgreiðslumannin í Runavík at fáa olju umborð, tí tangin var ?spræn-tómur?!!
Látur í millum áhoyrararnar og sum tikið verður til, so er ísurin brotin og ferðin til Antarktis kann halda fram.
Klaus byrjaði fyri eini 7 árum síðani sum ferðaleiðari við slíkum skipum. Hann fór tá við einum skipi til Íslands. Í dag siglur hann við ferðamannaskipinum Bremen, ið eisini vitjar Føroyar av og á.
Søguligt
Ljósmyndirnar koma á hvíta løriftið. Enn er tað ikki hvítar ísfløtur, vit síggja, tí Klaus fer nágreiniliga til verka. Lagt verður fyri við søguliga partinum, gomul kort frá farnum tíðum, tá Antarktis enn ikki var í heiminum ella hugaheiminum á fólki. Tó vóru tað tey, ið undraðust. Og teir, ið løgdu út á vandaferðir og uppdagaðu og kortløgdu. Og teir, ið løgdu árarnar inn á ferðum sínum.
Sjógarpar sum Cook og aðrir, koma á løriftið, áðrenn Klaus Kiesewetter kemur fram til egnu ferð sína í Antarktis.
Lagt verður fyri í Argentina og síðani verður siglt til Falklandsoyggjar. Har hittir Klaus tjøldur, eins og hann so ofta ger á ferðum sínum. Á ferð í New Zelandi hevur hann sæð tjøldur 12. mars, á grækarismessu. Svørt tjøldur, ið eru heldur størri enn tey, ið vit kenna.
Ferðin heldur fram og á løriftið koma stórfingnar myndir. Kongapingvin, albatrossar, leivdir av gomlum hvalastøðum, litrík hús, eins og í Føroyum. Seyður.
Minuøki frá Falklandskrígnum, ið ikki eru ruddað. Og syðsta kirkja í heiminum.
Høvini hækka 70 metrar
Klaus er fjálgur frásøgumaður, ið afturvið myndunum, leiðir lurtaran inn í aðra, ókenda verð hinumegin knøttin.
Ferðin heldur fram og komið verður til Suðurorknoyggjar og í Weddelshavið, har ísur er.
Bert 2% av Antarktis er ísfrítt. Smeltaði allur ísurin, so hækkaðu heimshøvini 70 metrar. Áhoyrararnir anda djúpt, meðan teir helst hugsa um, hvussu nær fjørðuni teirra heim stendur. Og tosað verður um dálking og holini í ozonlagnum yvir Antarktis.
Ljósmyndarøðin førir fjøldina víðari.
Djarvir japanarar við sjóverki
Vulkanir og gamlar hvalastøðir.
Klaus greiðir frá ferðum á leiðini, ið er ein leið, ið ikki altíð hevur gott veður at bjóða teim ferðandi.
Mangir japanarar eru við á ferðini. Og Klaus undrast á hetta djarva og treiska fólkaslag. Ikki er alt sjóvant fólk. Men japanarar vilja ikki missa tamarhald á sær sjálvum ella sum danir siga, missa andlit. Japanarar halda á. Teir fara ikki frá fyrilestri orsakað av sjóverki. Partvís av áhuga, partvís av treiskni. So heldur liggja á gólvinum og lurta.
Og tað er komið fyri, at tolkurin hjá Klaus hevur staðið misslittur í andliti og við spýggjubakka til reiðar, men gevast vil hann ikki.
Klaus greiðir frá hesum við einum farra av skemti, men tað hómast, at hann undrast og eisini ein farri av virðing tykist liggja handan frásøgnina.
Lond gera krøv
Ferðin gongur longur suður. Meira ísur, men skipini eru ísstyrkt. Tó eru tey ikki ísbrótarar, sum frásøgumaður okkara so hegnisliga var við frásøgubyrjan.
Alskyns málmur, mineral, eru á Suðurpólinum. Lond hava áhuga og gera krøv.
Í 1959 varð avtala gjørd, ið sigur, at Antarktis er fyri øll, einki skal takast og eingi vápn eiga at vera har. Henda avtala varð longd í 1998 og er galdandi í 50 ár. Tó er ofta vert at seta spurnartekin við, hvørt mongu granskingarstøðirnar eru til granskingar- ella hernaðarendamál.
Lagt verður norðureftir aftur. Farið verður í land á Horninum ?Cap Horn ? um viðrar. Har er jú tiltikið fyri vandamikið veður.
Har eru eini 800 seglskip gingin burtur, tilsamans eini 15000 sjófólk.
Minnisvarði er á Horninum yvir tey, ið hava latið lív. Ein familja býr har, eins og vit kendu tað frá vitapassarum í farnum tíðum. Familjan hevur sáttmála í eitt ár, frá 23. desember til 23. desember.
Til Svalbard
Vónleyst er neyvt at endurgeva frálíka fyrilesturin og framúr góðu ljósmyndirnar. Ferðin, ið Klaus hevur greitt frá vardi frá 28. november, til síðst í februar.
Mest eru tað týsk og amerikansk skip, ið gera ferðirnar. Prísirnir eru ymiskir. Úr Týsklandi kostar ein ferð í einar 14 dagar úr 3000 euro. Talið skal so faldast við 7,5, so her talan um ferð, ið ikki rættiliga telur við í luksusflokkinum.
Á ferðini, ið Klaus greiddi frá, byrjaðu ferðaseðlarnir á eini 9000 euro. Úr Europa og so er eisini talan um 25 samdøgur.
Ofta eru tað eldri fólk, ið gera hesar ferðir. Tey eru oftast týskarar, amerikumenn ella japanarar. Sjáldan skandinavar, tó at Klaus hevur hitt sviar.
Ein hugtakandi ljósmyndarøð er at enda og somuleiðis fyrilesturin. Fyri bert at undirstrika hitan og skemtið í góðu frásøgnini merkir blaðmaðurin sær útumkomin, at á bilinum (helst hjá Klaus) við fremmandum plátum á, stendur ikki vanliga merkið á síðuni: Rent a car, men hinvegin Rent a wreck! (leiga at vrak).
Uttanfyri dyrnar á Stóra Pakkhúsið liggja restirnar av stórkavanum, men tað er, sum eru tær minni nú, enn tá vit fóru innar at síggja og hoyra um ísvíddirnar í Antarktis.