Mánakvøldið 14. mai kl. 20 skipa føroyska ferðaskrivstovan ?Tora Tourist Traffic? og ferðaleiðaraskúlin ?Service & Co? í Barcelona fyri ferðaleiðarakvøldi í Miðlahúsinum. Á ferðaleiðarakvøldinum í Miðlahúsinum mánakvøldið 14. mai fer Súsanna Gunnarsson frá ferðaleiðaraskúlanum hjá ?Service & Co? í Santa Suzanna, nærhendis Barcelona í Spania, at greiða frá um skúlan.
?Ferðaleiðaraskúlin ?Service og Co? upplærir ferðaleiðarnar til tey størstu og mest væl umtóktu ferðaliðini í øllum Skandanavia.
Føroyingarnir eru væl umtóktir, teir hava góð viðurskifti til tey Skandanavisku málini. Teir kunnu tosa við øll og skilja danskt, norskt og svenskt, og tað er ein fyrimunur hjá teimum stóru ferðaliðunum
Service og Co. er tann einasti ferðaleiðaraskúlin, sum við ?garanti? kann bjóða arbeiði til allar teir góðkendu næmingarnar.
Súsanna hevur, eins og fleiri aðrir føroyingar, gingið á ferðaleiðaraskúlanum hjá Service & Co. Hon er 24 ár gomul og fødd í Havn. Síðan 1994 hevur hon búð á oynni Bømlo í Vesturnorra.
Í Føroyum er tað Tora Tourist Traffic v. Sámal Bláhamar, sum umboða ferðaleiðaraskúlanum hjá Service & Co. í Barcelona.