Ferðaleiðarar í Miðlahúsinum

Mánakvøldið 4. februar klokkan 20 skipa føroyska ferðaskrivstovan " Tora Tourist Traffic" og ferðaleiðaraskúlin "Service & Co" í Barcelona fyri ferðaleiðarakvøldi í Miðlahúsinum.

Tað verður Súsanna Gunnarsson frá ferðaleiðaraskúlanum "Service & Co" sum kemur at greiða frá um skúlan. Hon var í Føroyum í mai í fjør í somu ørindum. Skúlin hevur síðan upplivað at hava nógv fleiri føroyskar næmingar, og tí hevur Súsanna valt at koma aftur hendan vegin at greiða fleiri føroyingum frá um skúlan.

Á skránni verður m.a. frágreiðing um ferðaleiðaraútbúgvingina í Spania og um tað at vera føroyskur næmingur á skúlanum. Eisini greiða fleiri fyrrverandi næmingar frá um skúlan. Aftaná verður ymiskt á skránni, umframt at kaffi og smákøkur vera at fáa.

Ferðaleiðaraskúlin "Service og Co" upplærir ferðaleiðarnar til tey størstu og mest væl umtóktu ferðaliðini í øllum Skandanavia. Súsanna sigur, at sum føroyingur hevur tú sterk kort á hondum, tí føroyingar eru væl umtóktir, tá tey stóru ferðaliðini seta starvsfólk til at átaka sær umráðandi tænastuuppgávurnar úti á ferðastøðunum. Føroyingar eru m.a. væl umtóktir, tí teir duga væl tey skandanavisku málini, teir kunnu tosa við øll og skilja danskt, norskt og svenskt, og tað er ein fyrimunur hjá teimum stóru ferðaliðunum.

Service og Co. er tann einasti ferðaleiðaraskúlin sum ”við garanti” kann bjóða arbeiði til allar teir góðkendu næmingarnar. Tað merkir, at um tú verður góðkendur, so kanst tú síggja fram til eitt spennandi arbeiði í útlandinum, sigur stjórin í "Service og Co" Chris Wager. Skúlin er stórur og vælkendur. Fleiri enn 4.000 næmingar hava tikið prógv á skúlanum, síðan hann varð stovnaður í 1998.

Súsanna Gunnarsson er 24 ár gomul og fødd í Havn. Síðan 1994 hevur hon búð á Bømlo í Vesturnorra. Liðug við framhaldsskúlan var hon eitt skifti í USA og eitt skifti í Føroyum. Súsanna hevur, eins og fleiri aðrir føroyingar, gingið á ferðaleiðaraskúlanum hjá Service & Co., og síðan var hon eina sesong ferðaleiðari fyri charterfelagið Apollo á Kreta.

Nú hevur Súsanna fingið starv á ferðaleiðaraskúlanum hjá Service & Co. í Barcelona. Í fjør var hon í Spania fyri betur at læra seg málið, og var í starvi sum lærari á skúlanum í Santa Susanna. Í maj var hon so í Føroyum og greiddi frá um skúlan. Síðani juli 2007 hevur Súsanna arbeitt á skrivstovuni hjá Service & Co. í Århus. Áhugaðir føroyingar kunnu tí ringja til skrivstovuna og fáa hjálp á føroyskum.

Tora Tourist Traffic í Tórshavn kann hjálpa, um tú hevur spurningar, sum kunnu sendast til Sámal Bláhamar á adressuni: tora@tora.fo. Upplýsingar kunnu eisini fáast á heimasíðuni:

www.guide.fo.

Her kanst tú eisini lesa frásøgn frá fyrrverandi næmingurm - tað kann geva tær eina hóming av, hvat eitt uppihald á ferðaleiðaraskúlanum kann hava at siga fyri tína framtíð. Eisini ber til at senda spurningar til: info@service-co.dk, har svar fæst innan 48 tímar.

.