Ferð aftur á Blákrossheimið

Blái Krossur fer nú at seta ferð á ætlanina at byggja tað nýggja heimið á Agninum á Nesi, har rúsviðgerðin í framtíðini skal halda til.

Tað eru longu fleiri ár síðani at felagsskapurin fekk grundøki frá Nes kommunu til hetta viðgerðarheimið. Men ymsar forðingar hava gjørt sítt til, at byggingin ikki er byrjað enn.

Sambært málgagninum hjá Heimamissiónini, Trúboðin skapar tann nýggja mvg-lógin møguleikar fyri afturrindan av hesum, og tí er Blái Krossur nú farin at hyggja aftur eftir tekningum og kostnaðarmetingini.

Talan er um ein 800 fermetrar stóran bygning í einari hædd við 12 búrúmum, og sum er mettur at kosta 10 mió krónur. Sum skilst er ætlanin at fara undir byggingina um eitt ár.