Ferðafólktalið vaks í mars mánaði

Ferðafólkatalið um flogvøllin í Vágum vaks við 9,4 prosentum í mars mánaði í ár samanborið við mars mánað í fjør. Í fyrsta ársfjórðingi í ár eru 37.466 ferðafólk komin og farin um flogvøllin.

Í mars mánaði hava tilsamans 14.631 fólk ferðast um flogvøllin. Hetta eru 9,4% fleiri enn í sama mánað í fjør, tá ferðafólkatalið var 13.371. Framgongd hevur verið á danmarkarleiðunum og íslandsleiðunum við ávikavíst 7,9 og 28,3 prosentum. Somuleiðis hava fleiri ferðast við tyrlunum. Á noregs- og bretlandsleiðunum hevur hinvegin verið afturgongd í mars í ár.

Fyrsta ársfjórðing í ár vóru tilsamans 37.466 ferðafólk um floghavnina. Hetta er 1,8 prosentum fleiri enn sama ársfjórðing í fjør, tá talið var 36.810. Higartil í ár hevur verið afturgongd á Danmarkarleiðunum, meðan framgongd hevur verið á hinum leiðunum.

Í mars mánaði komu og fóru 415 flogfør. Tað er 30,9% fleiri enn í mars í fjør, tá 317 flogfør komu og fóru um floghavnina.

Fyrsta ársfjórðing komu og fóru 1.037 flogfør. Tað er 17,2 prosent fleiri enn fyrsta ársfjórðing í fjør, tá 885 flogfør komu og fóru um floghavnina.