Ferðafólkið hevur enn álit á Norrønu

Smyril Line rør út av nýggjum við glæsiligum faldara, nú flaggskipið endiliga kemur aftur í sigling. Hesuferð lá Norrøna 2 vikur longur í dokk enn ætlað, men enn hevur ferðafólkið stórt álit á Norrønu, tí nógv fólk hava longu bókað sær eina ferð í summar, sigur Hendrik Egholm, Sølu og Marknaðarstjóri hjá Smyril Line

Kendur gestur lá á Havnarvág kalda mánamorgunin. Tað var nevniliga Norrøna, ið endiliga aftur er farin á flot. Og hesuferð skal tað verða við ordiligum stíli. Ikki færri enn 400.000 eintøk á 7 ymiskum málum, enntá so forkunnugum sum flamskum og italenskum, av ferðafaldarum eru farin á prent. Og tað er ikki eiti á, ið lagt verður fyri. Glæsiligar myndir skulu lokka fólk ikki bara umborð á Norrønu, men eisini til Føroya, Ísland, Hetland og sum nakað heilt nýtt til Skotland.
-Vit gera henda faldara fyri at branda okkum og eisini Føroyar sum ferðamannaland. Allir føroyingar vita nokk, hvat Smyril Line er, men tað er stór kapping á altjóða marknaðinum, og so er tað gott at vísa á, at vit eisini eru til við einum so glæsiligum faldara, sigur Hendrik Egholm.

Ferðafólkið trýr enn uppá Smyril Line
Smyril Line metur, at hóast Norrøna hevur ligið leingi still, so hava teir ikki mist nógv ferðafólk. Hinuvegin vísa teir á, at tað onkutíð er neyðugt at fara í dokk.
-Vit vita sjálvandi, at tað er óheppi, tá ið skipið liggur longri í dokk enn væntað, men vit avgjørdu at gera allar smálutir í ordan, soleiðis at skipið megnar tað strævnu summarsiglingina til fulnar, sigur Hendrik Egholm.
Og tað eru tekin um, at ferðafólkið ikki hevur mist álit á skipinum, hóast heldur óstabilan flutning í seinastuni. Tí nógv ferðafólk hava longu bókað sær ferðir, so Smyril Line væntar eitt gott summar.

Ávísur inntøkumissur
At leggja eitt ferðamannaskip stilt er sjálvandi ikki altíð so gott fyri inntøkuna. Og Hendrik Egholm váttar, at tað hevur verið inntøkumissur av, at skipið hevur ligið stilt longur enn ætlað. Men tó hevur ongin gestur verið við sviðið svoð.
-Øll ferðafólk eru komin vegin fram, um ikki við Norrønu, so við alternativari ferðing so sum við flúgvara, sigur Hendrik Egholm at enda.