- Vága floghavn er ein spennandi fyritøka, sum hevur víst stóra framgongd seinastu árini. Vit síggja framhaldandi vøkstur í ferðavinnuni og kemur tað at seta fleiri krøv og gevur nýggjar møguleikar. Arbeiðsplássið, vinnan og avbjóðingin tiltala meg og tí valdi eg at søkja hetta starvið.
Tað sigur Gudny Langgaard, sum 1. mai formelt tekur við starvinum sum stjóri í Vága Floghavn, í samrøðu við Vikuskiftis-Sosialin um hví hon valdi at søkja starvið sum stjóri í Vága Floghavn.
Stórur áhugi var fyri stjórasessinum í Vága Floghavn, og tá umsóknarfreistin til starvið var farin 1. februar vóru 68 umsóknir til starvið, harav 59 menn og 9 kvinnur. Valið fall á 39 ára gomlu Gudny Langgaard, ið flestu føroyingar munna kenna frá hennara tíð sum stjóri í telefyritøkuni Vodafone Føroyar.
Til ber at lesa alla samrøðuna við Gudny Langgaard um nýggja starvið, hennara tíð sum stjóri í Vodafone og annað í Vikuskiftis-Sosialinum, ið fæst til keyps í sølubúðum kring landið.