Ferðafólkatalið vaks í 2012

Talið á ferðandi til og úr Føroyum vaks í 2012 við stívliga 9 prosentum samanborið við 2011. Árini 2007 til 2011 vóru tað støðugt færri ferðandi, men í fjør vaks talið á ferðandi aftur.

- Tað er í loftvegis ferðsluni, at vøksturin er, meðan sjóvegis ferðingin hevur staðið í stað.

Hagstova Føroya sigur, at loftvegis hava ongantíð so nógv ferðast um flogvøllin í Vágum sum í 2012 – tilsamans 225.532 fólk.

- Síðani 2006, tá stívliga 36.000 fólk silgdu til ella úr Føroyum, vóru tað í 2012 bara 25.600.

Tilsamans ferðaðust loftvegis og sjóvegis 276.106 fólk í fjør.

- Parturin av øllum ferðandi, sum velja at sigla til ella úr Føroyum, er minkandi. Í 2004 vóru tað 25 prosent, sum sigldu - og í fjør vóru tað 18 prosent, sigur Hagstova Føroya.