Ferðafólkagigantur á Havnina

Fyri lítlari løtu síðan kom spildurnýggja ferðafólkaskipið MS Eurodam inn á Havnina. Skipið varð doypt av Drotning Beatrix av Hollandi tann 1. juli í ár og er 285 metrar langt Skipið, sum er bygt í Italia, varð liðugt tann 16. juni, og varð doypt 1.juli í ár. Jomfrúferðin var úr Keypmannahavn tann 5. juli, og nú hevur skipið lagt leiðina til Føroya.

Skipið er 285 metrar langt, 32,2 metrar høgt og vigar heili 86.700 tons. Umborð eru 11 ferðafólkadekk, og skipið kann taka upp til 2104 ferðafólk. Manningin telur 929 fólk.

Molin, har skipið nú liggur at, er góðar 500 metrar langur, og tískil fyllir skipið meginpartin av Molanum. Tað er felagið Holland America Line, ið eigur skipið, og er hetta nýggjasta skipið í flotanum hjá teimum, og er 80. skipið, sum kemur inn í flotan hjá teimum. Skipið er eitt Signature Class cruise skip, og hevur eina maskinu uppá 64 MW, sum runt roknað svarar til 88.000 hestakreftir.