Ferðafólkabátur sakk

Tvær ungar svenskar kvinnur druknaðu, tá ein ferðafólkabátur sakk í Ha Longvíkini úti fyri Hanoi í Vietnam í nátt okkara tíð. 27 fólk vóru í bátinum, og 12 teirra druknaðu. Tveir danir vóru millum ferðafólkini, og teir vórðu bjargaðir á lívi, sigur danski sendiharrin í Vietnam. John Nielsen, við danska kringvarpið.

Ein vietnamesiskur embætismaður sigur við fjølmiðlarnar, at tey 12 ferðafólkini, sum druknaðu, vóru úr Avstralia, Fraklandi, Japan, Italia, Sveis, USA og úr Svøríki.

Summar keldur siga, at tað var ringt veður í Ha Long-víkini, tá vanlukkan hendi, men tað avsannar embætismaðurin.

Ha Long-víkin er eitt væl umtókt ferðavinnumál.