Ferðafólk umborð á Norrønu við koronu

Korona er staðfest umborð á Norrønu, og nú skulu øll kannast

Tvey av ferðafólkunum umborð á Norrønu, sum kemur á Seyðisfjørð um lítlan tíma, hava fingið staðfest koronusmittuna.

Ferðafólkini komu umborð í Danmark, og tey blivu kannað, aftaná tey vóru komin umborð. Tey blivu eisini kannað áðrenn fráferð, men tá var royndin negativ - men seinna royndin vísti seg so at vera positiv, hóast tey eingi sjúkueyðkenni hava.

Sum skilst eru ferðafólkini bæði farin í sóttarhald umborð. Men øll hini ferðafólkini umborð á Norrønu skulu nú eisini kannast, tá tey koma í land, og aftaná hetta skulu tey í sóttarhald, inntil tey aftur verða kannað fyri koronu.