Fyri fyrstu ferð í søguni varð í fjør skipað fyri útferðum til einastu óbygdu oyggj í Føroyum, Lítlu Dímun. Tað eru hvalbingar, sum eiga oynna og skipa fyri útferðunum. Hetta gera teir aftur í ár Tíðliga í morgun fór hotelbáturin, Ronja av Tvøroyri, av Hvalba við kós móti Lítlu Dímun. Hetta er onnur ferðin í ár, og ikki kann sigast, at tey ferðandi vóru óheppin í veðrinum. Eins og restin av landinum var Hvalbiarfjørður spegilsblankur, og ikki eitt skýggj var at hóma nakrastaðni.
Eins og Nólsoyggin hevur Lítla Dímun oftani ein lítlan skýtátt liggjandi á toppinum, men í morgun var onki at síggja til nakran tátt.
Ferðafólkini sleppa at uppliva oynna og royna síni evstu mørk, tá tey síga 40 favnar niður av renningini. Renningin er plássið, har seyðurin fyrr varð sigin niður, áðrenn tyrlan fyri tveimum árum síðani tók yvir.
Hvalbingar róku seyð í gjár í sambandi við ullaroyting í Lítlu Dímun. Hóast illa mannaðir gekst hampuliga væl at reka, tí teir seinnu árini hava hegnað væl.
Hetta er eisini tíðin, tá menn fleyga fugl. Aðrastaðni hevur verið at frætt, at lítil lundi er til, men tá fjallmenn í Lítlu Dímum fleygaðu eina løtu eftir raksturin í gjár, var fitt av fugli at fáa. Síðani í gjár hava teir fingið eini 300 lundar.
Hetta var næsta og seinasta útferð í oynna í ár. Torføru streymviðurskifini gera, at tað bert eru fáir dagar í árinum, ið kunnu koma upp á tal at skipa fyri útferð í Lítlu Dímun. Tey, sum higartil hava vitjað í oynni, kalla tað eina stóra og serstaka uppliving.