Í 2004 fór norðmaðurin, Jørgen Amundsen, til norðpólin at grava eitt av 250 urum niður í ísin til minnis um pólfararanum, Roald Amundsen, ið eisini er ættfaðir hansara. Men orsakað at globalu upphitingini, smeltaði ísurin, og urið fór reikandi gjøgnum Atlantshavið framvið Grønland og Ísland, og síðan rak tað inn í fjørin í Fámjin, har smádrongur fann tað. Hóast søgan er sera stuttligt, so endar hon ikki her. Søgan ferðast kring allan heimin og eisini til New Zealands, har parið Joice og Bob Hemblings lósu júst somu søgu í einari lítlari grein, sonur teirra hevði sent teimum við posti til stuttleikar. Bob og sonurin hava eitt ítriv, har teir senda stuttligar greinar til hvønn annan, og hendan søgan varð av tilvild ein av teimum. Joice og Bob Hemblings høvdu verið á Svalbart frammanundan, og vórðu sera hugtikin av hesum heimspartinum, tey ikki kendu nógv til frammanundan. Tá tey lósu hesa greinina, gjørdu tey av, at tey skuldu fara at vitja Føroyar. Bob Hemblings ringdi síðan til eina føroyska ferðamannastovu, ið sendu honum eitt lýsingahefti um Føroyar, har hann sá navnið hjá Palla Lamhauge í siglir undir Vestmannabjørgini. New Zealendarin ringir síðan aftur til Føroyar, har hann fær fatur á Palla Lamhauge. Føroyingurin greiðir honum frá, søgan um urið er sonn. Bob og Joice Hemblings fyrireika síðan einaferð til Føroyar nakrar vikur seinni, men av tí at Joice gerst sjúk, lukkast teimum ikki at fara. Nú, eitt gott ár seinni, eru tey komin til Føroyar. Palli Lamhauge hevur verið við teimum í báti sínum, Silju Star, kring Føroyar, og Vestmannabjørgini var New Zealendska parið sera ovfarin av.
- Tað byrjaði við, at Bob hevði funnið meg í brochuruni frá ferðamannastovuni og ringdi til mín og spurdi, um tað veruliga passaði, at eitt ur var funnið í Fámjin, og jú, tað var tað so. Eg sendi honum Sosialin, har greinin var í, og ein film úr Vestmannabjørgunum, greiðir Palli Lamhauge frá.
- Tað er faktiskt Pallasa skyld, at vit eru her, skemtar New Zealendska parið.
- Tá vit vóru á Svalbart, gjørdust vit sera áhugaði í hesum partinum av verðini. Okkum dámar so væl fólkið, tí at tey eru so vinalig og ávíkalig, sigur Joice Hembling.
-Vit fóru fyrst við flúgvari til Liverpool. Ferðin tók 26 tímar, so tað var ein sera long ferð, greiðir Bob Hembling frá. - Úr Liverpool fóru vit við einum cruisebáti, Sagerrose, til Grønlands. Har vóru vit í seks dagar. Síðan fóru vit framvið Íslandi og síðan til Føroyar, har vit fingu serligt loyvi at fara úr skipinum, tekur konan yvir. New Zealendska parið eru í Føroyum í fimm dagar. Síðan fara tey til Keypmannahavnar og víðari til heimlandið.
- Føroyar eru sera áhugaverdar. Mjørkin er heilt øðrvísi, enn vit eru von, og veðrið er ótrúliga skiftandi, greiðir Joice Hemblings aftur frá. Parið hevur búð í Klaksvík í tveir dagar, og búgva seinastu tríggjar dagarnar vesturi í Vágunum.
Fólk í New Zealandi vita einki um Føroyar og eiheldur Ísland og Grønland, greiðir útlendska parið frá. Hóast var eingin trupulleiki at bíleggja ferðina til Føroya.
- Føroyska ferðavinnan kann læra nógv av hesari søguni, sigur Palli Lamhauge.
- Føroyingar eiga at marknaðarføra seg betri.










