Ferðafólk tørv á hjálp: Svenskarar steðgaðu upp við Vágoynna í gjár

Svenskarar fóru í gjár ein túr við báti norðanfyri Vágoynna, men tað gekk galið, tá ið báturin steðgaði upp og hevði tørv á hjálp. 

 

 

Vakthavandi á MRCC sigur, at bjargingarbáturin Vón fór á staðið stutt eftir og sleipaði bátin til lands aftur. Eingin av fólkunum ella báturin fingu nakran skaða. 

 

 

MRCC hevði úr at gera í gjár. Sum sæst í grein aðrastaðni her á in.fo, var MRCC eisini boðsent at hjálpa báti uttanfyri Kirkjubø í gjár.