Verkfall
Nógv av teimum, sum ferðast regluliga við Strandferðsluni hava mánaðarkort. Við mánaðarkorti sleppa tey bíligari, enn tey høvdu gjørt, skuldu tey keypt vanligan ferðaseðil hvørja ferð og so sleppa tey eisini frá ómakinum at keypa ferðaseðil hvørja ferð, tey ferðast
Men tey, sum keypti mánaðarkort uppundir verkfallið hjá Skipara- og Navigatørfelagnum, sum legði Strandferðslun lamna, hava brent seg so dyggiliga.
Verkfallið gjørdi, at tey lítla og onga nyttu fingu burturúr kortinum.
Men hjá Strandferðsluni verður sagt, at tað ber ikki til at endurrinda fólkið fyri mánaðarkortið, so tað er greitt, at í hesum føri peningurin er mistur.
? Vit eru líka hørm sum tey um tað fortreð, sum verkfallið hevur kostað teimum, sigur Poul Jákup Thomsen, fólkaflutningsleiðari á Strandferðsluni.
?Vit eru øll offur í verkfallinum. Men verkfallið kom av orsøkum, Strandferðslan onga ávirkan hevði á. Sostatt er talan um tað, sum við einum fínum orðið verður nevnt ? force majeure?. Men vit eru ógvuliga hørm um, at viðskiftafólk okkara hava mist av tí at vit ikki upp á nakran máta hava kunnað veitt teimum ta tænastu, vit eiga.
Poul Jákup Thomsen sigur, at Strandferðslan hevur kannað málið hjá sakførara og hann sigur, at stovnurin hevur ikki skyldu at endurrinda fólki fyri mánaðarkort, sum tey ikki fingu brúkt av verkfallinum.
Hann sigur eisini, at tað hevði verið ein ovurhonds umsitingarlig uppgáva hjá Strandferðskluni at gjørt tað.
?Summi hava nýggj mánaðarkort, summi hava gomul, og uppaftur onnur hava lutvíst fiingið brúkt sítt við bussunum, hóast tey ikki hava fingið brúkt tað við ferjuni.
?Tað hevði verið vónleyst at fingið greiði á øllum tí, hvussu nógv, hvør skal hava aftur, sigur hann.










