Tað er skeivt, at tað er føroyski skattgjaldarin, sum skal rinda fyri, at fólk, sum koma til Føroya, verða kannað fyri koronu.
Tað er Løgtingið samt um og tí hevur Løgtingið samtykt at biðja landsstýrið gera nakað við tað, so at ein gjaldsskipan fæst í rættlag.
Í gjár samtykti Løgtingið at játta 13,5 milliónir so at tey kunnu halda fram at kanna ferðafólk, sum koma til Føroya. Áður eru 10 millónir játtaðar til endamálið, og sostatt hevur tað, higartil, kosta skattgjaldaranum 23,5 milliónir, at ferðafólk skulu kannast fyri koronu tá ið tey koma til Føroya.
Og løgtingslimir søgdu, at stendur farsóttin við, er rokningin komin upp á 50 milliónir, áðrenn vit vita av. Fleiri løgtingslimir hildu, at peningurin kundi verið betur farin, og tað er alt Løgtingið samt um.
Ført var fram, at tað er ikki meiri enn rímiligt, at fólk, sum fara at ferðast í hesum tíðum, eisini rinda fyri koronukanningina sjálvi.
Tí hava umboð fyri samgonguna, og Kristin Michelsen úr Sjálvstýri, nú heitt á landsstýrið um at finna eina loysn har ferðafólk sjálvi rinda fyri kanningina.
Andstøðan er meiri ítøkilig, tí hon vil hava Landsstýrið at koma við eini loysn í hesum mánaðinum. Tey fýlast á, at landsstýrið ikki langt síðani hevur fingið hetta í lag, tí tað var longu í juni, at tey vistu av hesum.
– Í løtuni er støðan tann, at teir føroyingar, sum lata seg kanna hjá privatu fyritøkuni, Thetis, rinda 390 krónur fyri kanningina, samstundis sum útlendingar, ið koma til Føroyar at ferðast, kunnu lata seg kanna fyri skattgjaldarans rokning.
https://www.in.fo/longri-grein-detail-view/news/tad-er-laettari-sagt-enn-gjoert-at-taka-pengar-fra-folki/Les eisini: Tað er lættari sagt enn gjørt at taka pengar frá fólki
Tí vilja tey hava landsstýrið at koma við eini loysn, áðrenn augustmánaði er farin, men tað tók samgongan ikki undir við.
Sostatt hevur Løgtingið samtykt, at landsstýrið skal finna eina loysn so at ferðafólk sjálvi skulu rinda fyri at vera kannað fyri koronu – men tey seta ikki nakra tíðarfreist á.