Ferðafólk úr Evropa burturflutt í Mali

Í afrikanska landinum Mali hava ókendir menn burturflutt trý evropeisk ferðafólk og dripið eitt fjórða í býnum Timbuktu. Almennar keldur siga, at ferðamaðurin, sum er deyður, var týskur ríkisborgari. Sum skilst gjørdu burturflytararnir av við hann, tí hann gjørdi mótstøðu. Tað er ikki greitt, hvørjum landi ella londum tey trý burturfluttu eru úr.

Sum skilst hava myndugleikarnir illgruna um, at ein víðgongdur bólkur við tilknýti til yvirgangsfelagsskapin al-Qaeda hevur framt illgerðina.

Í gjár vórðu tveir franskir ríkisborgarar burturfluttir á einum hotelli í býnum Hombori í Mali. Býurin er tætt við markið til Burkina Faso.