Mánamorgunin tá Norrøna kom á Havnina fangaði hassjhundurin hjá løgregluni ein ferðandi, ið hevði hassj uppi á sær.
Viðkomandi varð tikin á støðina, og tað vísti seg, at hann hevði 15 gramm av hassji uppi á sær. Hann verður skuldsettur fyri brot á lógina um turvelvandi drøgg. Ferðafólkið fekk eina bót og varð síðani leyslatið aftur.