Skalt tú út at ferðast í næstum, er vert at vitja inn á nýggju heimasíðuna www.rejsebiblioteket.dk . Her finnur tú hópin av bókaviðmælum og leinkjum til lond og ferðamál kring allan heim.
Í løtuni eru 19 lond at velja ímillum, og tað koma allatíðina fleiri lond og fleiri tittlar afturat teimum, sum longu eru.
Við at klikkja á landið, tú ætlar at ferðast til, fært tú eitt breitt úrval av tittlum um landið, mentan og list, náttúru, gisting, mat og drekka o.a. Hartil er eitt serligt úrval við barnabókum og eitt við føgrum bókmentum og ferðafrásagnum.
Saman við hvørjum tittli er eitt persónligt viðmæli av innihaldinum í bókini, og hvussu hon er at brúka.










