Ferðaavgjaldið lækkar niður í helvt

Umstrídda ferðaavgaldið verður nú lækkað næstan niður í eina helvt.

Tað er samgongan samd um.

Samgongan hevði avtalað at lækkað ferðaavgjaldið úr 120 krónum, niður í 95 krónur.

Tað fer at kosta landskassanum tríggjar milliónir krónur.

Men Fíggjarnevndin hjá Løgtinginum vil hava ferðaavgjaldið enn longur niður.

Sostatt er nevndin samd um, at tað skal lækka niður í 65 krónur, ella næstan niður í helvt.

Tað kostar landskassanum tríggjar milliónir afturat og lækkingin kemur í gildi fyrsta oktober.

Samstundis er fíggjarnevndin samd um, at ferðaavgjaldið skal verða heilt burtur um trý ár.

Annars er stórur áhugi í Løgtinginum at lækka ferðaavgjaldið, tí umframt uppskotið hjá samgonguni, hava bæði bæði Janus Rein, uttanflokkatingmaður, og Poul Michelsen úr Framsókn, lagt uppskot fyri Løgtingið um at lækka tað upp aftur meri, ella heilt at avtaka tað.

Men tað tekur samgongan ikki undir við.

Meirilutin í fíggjarnevndini sigur, at tey halda seg til avtaluna í samgonguni.

Andstøðan er sinnað at taka undir við uppskotunum frá Janus Rein og Poul Michelsen.

Vil samgongan ikki tað, tekur andstøðan undir við ætlanini hjá meirilutanum í fíggjarnevndini um at lækka ferðaavgjaldið niður í 65 krónur.

Men andstøðan sigur, at av tí, at hetta fer at kosta tríggjar milliónir eyka, fer hon at rokna hetta inn í fíggjarkarmarnar.

Hon sigur, at tað hevur samgongan nevniliga ikki gjørt.

- Ætlar samgongan at lækka ferðaavgjaldið niður í 65 krónur í ár, má hon sostatt hækka tað aftur í 2014 - um so er, at tey ætla at halda teirra egna fíggjarkarm, sigur andstøðan.

Annars átalar andstøðan samgonguna fyri arbeiðslagið.

- Tað er ein óskikkur, at samgongan aftur og aftur noktar at taka undir við uppskotum frá andstøðuni, tí at hon vil, atlandsstýrið skal koma við sama uppskoti fyrst.

- Hetta er óvirðiligt og óskiljandi.

Andstøðan vísir á, at fíggjarnevndin hevur trý uppskot til viðgerðar um at lækkia ferðaavgjaldið.

- Fyrsta málið varð lagt fram á Løgtingi 17. desember 2012, men uppskotið frá landsstýrinum ikki kom fyrrenn 7. mars 2013.