Aftaná sjálvan aðalfundin uml. kl 16.45, verður kjak um konkret mál hjá Ferðavinnufelagnum at taka sær av. M. a. verður kjak og setan av bólki, sum skal vegleiða Landsverk í sambandi við skelting av vegum og støðum til útlendsk ferðafólk. Eisini kjak og setan av bólki, sum skal tosa við SSL um rutuplanlegging og koyring hjá Strandferðsluni í m.a. vikuskiftum.
Uml kl. 17.30 verður upplegg frá nýggja leiðaranum á Kunningarstovuni í Tórshavn, Theresu Kreutzmann. Theresa fer at draga paralellir ímillum føroyska og grønlendska ferðavinnu og útgreina hvussu tann grønlendska ferðavinnan er sett saman og um leikluturin hjá grønlendska heimastýrinum.
Kl. 18.00-19.00 bjóðar Ferðavinnufelagið til smáprát & drinks.
Kl. 19.00 verður døgurði, sum tey luttakandi sjálvi gjalda fyri.
Jákup Sverri Kass er formaður í Ferðavinnufelagnum.