Ferðaætlanin fyri 1999/2000

Nýggja ferðaætlanin hjá Strandfaraskipum Landsins er nú útkomin og fær gildi frá mánadegnum 12.99

Nýggja ferðaætlanin hjá Strandfaraskipum Landsins er nú útkomin og fær gildi frá mánadegnum 12. juli 1999. Ferðaætlanin hjá Strandfaraskipum Landsins er higartil útkomin um hetta mundið, men hetta er ikki nøktandi og verður tí broytt til útkomuna næstu ferð. Annars hevur verið uppá tal at broyta útkomuna soleiðis, at ferðaætlanin ístaðin verður útgivin í september.

Høvuðsbroytingarnar í sambandi við nýggju ferðaætlanina eru hesar:


1. Suðuroyarleiðin

* Tveir túrar allar dagar um summarið uttan týsdag (tveir túrar eyka um summarið).

* Leygardag verður siglt á Vág alt árið (ein túrur eyka um veturin).


2. Sandoyarleiðin

* Ein túr eyka leygardag og sunnudag mitt á degi alt árið.

* Sunnudag fyrrapart alt árið

* Smærri broytingar fyrrapart allar dagar.


3. Skúvoyarleiðin (nógvar broytingar - sí nýggju ferðaætlanina)

* Verkadagar kl. 6.20 um summarið.

* Sunnudag fyrrapart um summarið.

* Leygardag seinnapart alt árið.

* Mikudag alt árið.

* Allir túrar uttan kl. 8:15 verkadagar og kl. 14:10 týsdag og hósdag (farmatúrar) verða tilkalling.


4. Vesturleiðin

* Smærri tillagingar


5. Mykinesleiðin

* Tveir túrar hvønn dag.

* Súlan fer til Mykinesar kl. 10.30 - ein hálvan tíma áðrenn nú - og aftur kl. 15:30/18:00 (fyrr 14:40/17:15). Tvs. møguleiki at verða longri í Mykinesi.


6. Skálafjarðarleiðin

* Verður uppafturtikin 1. august.

* Niðurlegging av rutuni við snarbussinum 1. august.


7. Nólsoyarleiðin

* Ein túrur eyka leygarkvøld um summarið


8. Leirvíksfjarðarleiðin

* Eykatúrar um veturin sunnudag fyrrapart, leygardag seinnapart, týskvøld og hóskvøld.

* Tvs. næstan sama sigling summar og vetur.


9. Kallsoyarleiðin

* Fríggjadag á middegi alt árið.

* Sunnukvøld flutt til kl. 20:15.