Kinesiski sendiharrin í Danmark, Feng Tie, vísir aftur, at hann skal hava trýst føroyskar myndugliekar til at sastarva við kinesiska telerisan Huawei.
Tað skrivar kinesiska sendistovan í Danmark í einum telduposti til DR Nyheder.
– Kinesiski sendiharrin í Danmark framdi sína vanligu uppgávu, tá hann tosaði við føroyska landsstýrið um sambandið millum partarnar, skrivar sendistovan í teldupostinum.
– Sendistovan setti ongar hóttanir fram og hoyrdu heldur onga klagu um tað frá føroyskari síðu, verður lagt afturat.
Boðini koma, eftir at fleiri miðlar hava lýst, hvussu sendiharrin, Feng Tie, eftir øllum at døma legði trýst á Føroyar, sum skulu finna eina veitara til 5G netið.
Føroyar hava seinastu árini roynt at fingið í lag fríhandilsavtalu við Kina. Tað brúkti kinesiski sendiharrin til at leggja trýst á Føroyar.
11. november lat hann landsstýrið skilja, at Føroyar kundu gloyma alt um fríhandilsavtalu við Kina, um Føroya Tele ikki valdi Huawei sum veitara til 5G netið.
Tað skuldi vera tað, sum var sagt á ljóðbrotinum, sum Kringvarpið ikki slapp at senda.
Bárður á Steig Nielsen vísir aftur, at hann hevur kent seg hóttan.
– Tað er ein samrøða millum bæði londini, og tað er ikki nakað, sum almenningurin sum so hevur brúk fyri at fáa at vita, sigur hann við DR Nyheder.
– Hvørki eg ella onnur í Føroyum, sum hava tosað við kinesiska sendiharran, hava kent okkum hótt til nakað sum helst nakrantíð, sigur hann.
/ritzau/