Mótstøðuliðið hjá B36 fekk ringast hugsandi byrjanina, tá teir í Kiev vóru aftan fyri 1-0 eftir bara 23 sekundunum. Tað eydnaðist tó Fenerbache at javna, men eftir steðgin skoraði Kiev tvær ferðir, soleiðis at teir hava betra útgangsstøðið undan returdystinum í Istanbul.
Fyrri parturin av seinasta undankappingarumfarinum til Champions League stóð á skránni í gjár, og her vóru fleiri áhugaverd úrslit á skránni. Eitt nú høvdu Milan og Liverpool óvæntaðar trupulleikar móti ávíkavist Reyðu Stjørnu og Maccabi Haifa.
Danska ískoyti í kappingini, FCK, tapti á heimavølli 2-1 fyri Ajax, og so verður tað ógvuliga trupult hjá teimum at vinna seg víðari í kappingini.
Úrslitini í gjárkvøldi vóru hesi:
Austria-Benfinca1-1
Dinamo Zagreb-Arsenal0-3
Ham,burg-Osasuna0-0
Milan-Crvena Zvezda1-0
Salzburg-Valencia1-0
Lille-Rabotnicki3-0
FCK-Ajax1-2
CSKA Moskva-Ruzomberok3-0
Shakhtar-Legia1-0
Liverpool-M. Haifa2-1
Standard-Steua2-2
Liberc-Spartak Moskva0-0
Hearts-AEK1-2
Dynamo Kiev-Fenerbache3-1
Levski-Chievo2-0
Galatasary-Mladá Boleslav5-2









