Fellur Hans Paula Strøm fyri bróstið

- Eftir uppskotinum hjá Bárði Nielsen skulu tey lágløntu betala lutfalsliga meir og tey hægri løntu skulu betala minni og tað kann ikki góðtakast, sigur Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður

- Tað verða tær lægru inntøkurnar, sum koma at betala lutfalsliga nógv og tær høgu inntøkurnar koma at betala lutfalsliga lítið.
- Og tað kann ikki góðtakast.
Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í almanna-og heilsumálum, góðtekur ikki nýggju eftirlønarskipanina, sum ein annar landsstýrismaður, Bárður Nielsen, legði fram fyrr í vikuni.
Og tað er ein høvuðstáttur í uppskotinum, hann ikki kann góðtaka.
Í uppskotinum stendur, at høvuðsábyrgdin fyri eftirlønini við tíðini skal flytast til tann einstaka.
- Hetta er fallið mær fyri bróstið, tí eg eri ikki samdur í hesum.
Hann heldur, at eisini í framtíðini skulu vit taka eina samhaldsfasta ábyrgd fyri pensjónini til allar landsins borgarar, sigur Hans Pauli Strøm
 
Kann ikki góðtakast
Eftir uppskotinum um nýggja eftirløn, eru grundupphædd og viðbót í fólkapensjónini og Samhaldsfasti vavd upp í ein ellubita. Har er Samhaldsfasti endaður inni í viðbótini, og grundupphæddin er blivin til Samhaldsfasta.
- Úrslitið av hesum vavstrinum er, at hóast mesta útgjaldið tilsamans er óbroytt, hendir stór broyting í samansetingini. Ein stór broyting er, at útgjaldið úr landskassanum minkar munandi, samstundis sum útgjaldið, ið løntakarar og arbeiðsgevarar skulu fíggjað, verður hækkað.
- Tað merkir, at samstundis sum skatturin verður minkaður, verður inngjaldið til Samhaldsfasta tvífaldað.
Men kortini økist útgjaldið ikki eina einastu krónu tilsamans.
- Ein slík umlegging kann ikki góðtakast, tí hon viðførir, at láginntøkurnar skulu bera ein lutfalsliga størri part av fíggingini, sigur Hans Pauli Strøm.
Hann sigur, at tað, sum Bárður Nielsen sær út til at miðja eftir við hesum er, at tann parturin av almannapensjónini, sum skal inntøkuregulerast, ella mótroknast av aðrari inntøku, skal økjast.
- Eftir uppskotinum skal parturin, sum verður inntøkureguleraður, økjast úr 36% av allari pensjónini upp í 56%.
- Hinvegin skal parturin, sum pensjonisturin eigur óbeskorið av aðrari inntøku, minka úr 64% niður í 44% av allari pensjónini.
Hans Pauli Strøm sigur, at hetta er eitt stórt inntriv og hann heldur, at tað kann gerast á ein annan skilabetri og meira varisligan máta.
Hann skjýtur upp, at 1/3 av grundupphæddini verður fluttur yvir í viðbótina. Og Samhaldsfasti verður óbroyttur sum hann er.
- Tá fáa vit eina samanseting, har umleið 50% av allari pensjónini verður inntøkuregulerað, meðan hini 50% eiga pensjonistarnir óbeskorið.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Nógv at taka inn
Hans Pauli Strøm vísur á, at størsta nýskapanin í nýggju eftirlønarskipanini, er at vit skulu hava eina persónliga eftirlønarsamansparing oman á fólkapensjón og Samhaldsfasta.
- Í uppskotinum hjá Bárði Nielsen er henda uppsparingin heili 15% av lønini.
- Hetta tykist vera í so nógv at taka inn av eini ófaklærdari løn. Kanska er rættari at seta kravda markið við 10-12%, og lata restina verða sjálvboðið.
- Tað besta í hesi persónligu eftirlønarsamansparingini er, at í høvuðsheitum er hon skipað sum lívrenta. Tað merkir, at pensjónisturin fær eitt fast útgjald hvønn mánað, so longi hann livir. Annars eru flestu eftirlønarskipanir, bara kapitalpensjónir, sum verða goldnar út í einum.
 
Skilir væl Ingeborg Vinther
Annars skilir Hans Pauli Strøm væl, at Ingeborg Vinther ikki glaðbeint tekur undir við nýggju eftirlønarskipanini,
Forkvinnan í Føroya Arbeiðarafelag hevur nevniliga boðað frá, at tað skuldi munandi broytingar til, áðrenn fakfeløgini kundi góðtaka tað.
Eitt nú er ætlanin, at Samhaldsfasti skal tengjast upp í  eftirlønarskipanina og tað vil hon als ikki góðtaka.
Ingeborg er ónøgd við, at Samhaldsfasti er vavdur upp í eftirlønarskipanina á ein slíkan hátt, at tað sær út sum er hann blivin burtur.
- Eg eri samdur við Ingeborg Vinther í , at Samhaldsfasti verður púra óneyðugt maltrakteraður í uppskotinum, sigur Hans Pauli Strøm.
Hann sigur, at Samhaldsfasti er bara ein lítil partur í uppskotinum, men hann er kortini av stórum, prinsipiellum týdningi.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Tey ríku gjalda mest
Hans Pauli Strøm væntar ikki, at Javnaðarflokkurin fer at góðtaka, at pilkað verður við Samhaldsfasta.
- Hann er umsíðir komin uppá eitt sámiligt støði, og hann eigur framhaldandi at virka eftir sama prinsippi sum nú, nevniliga, at øll gjalda inn eftir inntøkuni so at tey vælløntu gjalda mest og tey lágløntu minst, men at allir pensjonistar fáa líka nógv úr honum, uttan mun til, hvussu nógv tey hava goldið inn og uttan mun til, hvat tey hava av aðrari inntøku.
- Tí haldi eg ikki, at fakfeløgini skulu stúra fyri Samhaldsfasta. Tað vænti eg, at Javnaðarflokkurin kann borga fyri, sigur Hans Pauli Strøm
Hann er nevniliga vísur í, at tað er ongin trupulleiki at broyta handan partin av eftirlønaruppskotinum, tí hatta er ikki eitt høvuðspunkt í nýggju eftirlønarskipanini.
- Samhaldsfasti er komin fyri at vera, og hann fer at styrkjast í nýggju eftirlønarskipanini, tí hann fer at vera tann parturin sum fer at geva størsta avkastið. Tað fer hann at gera, tí samanborið við allar aðrar skipanir er hann tann, sum krevur minst umsiting og tí fer alt avkastið út aftur í hækkaðum útgjaldið til pensjonistarnar.