Fellaini heldur fram í Manchester United

Manchester United miðvallarin hevur gjørt nýggjan sáttmála

Manchester United boðar í dag frá, at felagið hevur longt sáttmálan við belgiska miðvallaran, Marouane Fellaini. 30 ára gamli landsliðsspælarin hevur longt sáttmálan við tveimum árum.

 

- Eg vil gjarna takka José Mourinho fyri at hava víst mær álit. Eg haldi eisini, at hetta liðið kann meir enn vit hava víst higartil, sigur belgiski miðvallarin.

 

Marouane Fellaini er ein umstríddur spælari hjá Manchester United, tí hann tykist at deila viðhaldsfólkini hjá felagnum í tvey. Hann er stórur og sterkur, og tað eru tey, sum halda at hann gera tað gott á vøllinum.

 

Tó tykist kritikkurin eisini at hegla omanfyri hárfagra miðvallaran, tá Manchester United hevur trupult við at skapa ein dyst. Bóltførleikin og tekniski parturin av framrættaða spælinum er nokk ikki hansara styrki.

 

Manchester United stóð seg væl í farna Premier League kappingarári, har liðið bleiv nummar tvey. Bretskir miðlar skriva, at Marouane Fellaini fær áleið ein millión krónur um vikuna í nýggja sáttmálanum.