Tað var í fjør, at byrjað var at hava tílík felagsungdómsmøti fyri alla Eysturoynna, og síðani hevur eitt tílíkt stórt møti verið hvørt hálvár. Bæði á Strondum og á Glyvrum vóru um hálvttriðhundrað fólk til staðar og vænta fyrireikararnir aftur góða undirtøku hesaferð.
Nú eru tað ungdómsarbeiðini í Fuglafirði, Gøtu og Leirvík, ið skipa fyri. Tey hava fingið sjómanstrúboðaran, Torleif Johannesen at tala og ein samansettur bólkur úr Fuglafirði og Leirvík kemur at syngja fyri og leiða lovsangin.
Á annan hátt verður eisini meir gjørt burturúr skránni til eitt tílíkt stórt tiltak og millum annað verður eisini bjóðað til forbøn. Ein te- ella kaffimuður er eisini á skránni.
Felagsungdómsmøti í Leirvík byrjar í kvøld klokkan 20.