Ansingarskipan
Ragnhild Ellingsgaard
Klaksvík:
Endamálið við felagstiltakinum var millum annað at menna og virðismeta skapandi evnini hjá børnunum, at arbeiða við einum felags evni á ymiskan hátt og at onnur fáa innlit í, hvat arbeitt verður við í kommunalu ansingarskipanini.
Ein arbeiðsbólkur fyri dagrøktina og ymsu barnagarðarnir í Klaksvík hevur samskipað tiltakið, og vóru eini 500 børn við í felags verkætlanini.
Fjøra
Øll ansingarplássini skuldu arbeiða út frá evninum Fjøra. Arbeiðið skuldi verða gjørt útfrá, hvat hvørt einstakt ansingarpláss hevði hug til.
Verkætlanin bar nógvar fjøruvitjanir við sær, og børnini fingið kunning um fuglar, fiskar og alt tað, ið ein annars kemur fram á í fjøruni.
Síðan hava tey arbeitt víðari við hesum, tá tey eru komin heimaftur, og úrslitið av hesum arbeiðið vístu tey fram á eini framsýning í Lognbrá.
Inni í Lognbrá hevði hvørt ansingarpláss sítt stað, har fólk kundu síggja, hvat júst hesi børnini høvdu fingið burturúr.
Og mangt var at síggja. Allastaðni í hølinum var fiskanet hongt upp, og á hesum neti hingu fiskar, krabbar, sjóstjørnur, gággur og annað.
Eisini høvdu børnini framleitt ymiskt afturat, sum síðan varð stillað fram á borðum runt í hølinum.
Tónleikur og fyrilestur
Fyrst í vikuni varð eisini skipað fyri eini felags sang- og tónleikaløtu fyri børnunum í Mentunnarhúsinum Atlantis.
Navnframi Karl Martin Samuelsensang fyri, og væl gekst at fáa børnini við í sangin.
Umframt sangir, sum tey øll kenna, vóru eisini ymsir sangir um fjøruna og havið.
Eftir sangløtuna varð ein fyrilestur á skránni fyri øll tey, ið hava børn í ansing.