Felagsskapur gevur møguleikar

Elin Heðinsdóttir Joensen
fólkatingsvalevni Javnaðarfloksins

Í politikki er altavgerandi, at tú fyriheldur teg til veruleikan, soleiðis sum hann sær út. Og føroyski veruleikin er tann, at vit eru í ríkisfelagsskapi við Danmark og Grønlandi. Summi ynskja meira enn bara ríkisfelagsskap og summi loysing, men tað eru bert ynski - og ikki tann politiski veruleiki.
Gjøgnum hesi skjótt 60 árini, síðani heimastýrislógin kom í gildi, hevur føroyska samfelagið ment seg og tikið seg fram á mongum økjum. Um tað hevði verið so uttan ríkisfelagsskapin, fáa vit ongantíð at vita, men tað er lítið hugsandi. Í øllum førum kunnu vit tilskriva ríkisfelagsskapinum nógvari av okkara framgongd og menning.
Tá tað er sagt, so er eisini greitt, at tíðin er komin at endurskoða ríkisfelagsskapin og tær fyritreytir, hann hevur at virka undir. Tíðirnar broytast og vit broytast við, og tí vil Javnaðarflokkurin eisini gera sítt til, at føroyingar koma at liva í einum dagførdum felagsskapi, har vit sjálv gera av, hvørji stig verða tikin - hvørt tað so er at einum tættari ella einum leysari felagsskapi.
Fast stendur, at ríkisfelagsskapurin gevur okkum eina ørgrynni av møguleikum, vit ikki eins lætt kundu fingið, stóðu vit uttan fyri felagsskapin og ikki høvdu atgongd til ta viftu av møguleikum, vit kenna so væl innan útbúgving, sjúkrarøkt og onnur øki, ið smáu Føroyar illa kundu vunnið okkum uttan samstarv við onnur.
Javnaðarflokkurin læsir seg ikki fastan í, at ríkisfelagsskapurin skal vera tann sami í allar ævir, men vil brúka henda felagsskap sum eitt amboð, ið alsamt skapar menning og møguleikar, so liviligt verður hjá øllum í landi okkara. Pláss skal vera fyri tí minsta og tí størsta, tí vit skulu jú øll vera her.
Vilt tú hava eina føroyska rødd á fólkating, ið talar tína søk og hyggur frameftir, er eitt Javnaðarumboð títt besta boð. Tín møguleiki at verða hoyrdur, er at atkvøða fyri lista C, so vit fáa eitt væl valt Javnaðarumboð á fólkating!