Felagssangur og bryggjudansur í Skálavík

Á familju-og mentanarstevnuni í Skálavík, sum byrjaði týsdagin og heldur fram til og við sunnudagin, er ymiskt á skránni í dag og í kvøld. Millum klokkan 16 og 18 var móttøka á bryggjuni fyri bátum. Kampingvognarnir standa á økinum við Depilin.

Nú millum klokkan 18 og 20 er matur í Fiskahúsinum á havnalagnum fyri stevnugestum, bátafólki og kampingfólki. Bygdarfólk og oyggjafólk eins og gestir annars eru øll vælkomin. Borðreitt verður við góðari fiskasúpan og breyði. Drykkjuvørur, sodavatn og øl, kann keypast í tjaldinum.

Klokkan 20-22 verður felagssangur við sjómansvísum á havnalagnum, og her fer Eyðun M. Viderø at skipa fyri. Seinni í kvøld verður eisini føroyskur dansur, eins og bryggjudansur verður í kvøld við harmonikuliði.