Danska stjórnin hevur játtað 10 milliónir kr. til eitt 3-ára danskt-føroyskt-grønlendskt granskingarsamstarv innan havfrøði, veðurlagsbroytingar og vistfrøði. Tað skrivar Granskingarráðið á heimasíðu sínari.
Hetta er eitt framhald av havgranskingarsamstarvi, ið byrjaði í 2007, men er nú víðkað til eisini at umfata Grønland. Samstarvið verður samskipað av Havstovuni.
Á heimasíðuni hjá Havstovuni verður nú lýst eftir umsøkjarum til granskingarsamstarvið. Søkjast kann um verkætlanir, ið kanna gróðurin við Føroyar, umframt vistskipanir, æti og uppsjóvarfisk í havøkjunum millum Føroyar og Eysturgrønland.
Eilif Gaard, stjóri á Havstovuni, sigur við gransking.fo, at hann er sera fegin um at granskingarsamstarvið millum Danmark og Føroyar innan havfrøði, veðurlagsbroytingar og vistfrøði heldur fram og at tað nú eisini fevnir um Grønland.
- Av teimum fýra verkætlanunum, sum nú lýst verða eftir,hava tríggjar støði í havøkinum við Føroyar, tó at tað eisini verður hugt eftir størri havøkjum. Tann fjórða verkætlanin tekur støði í økinum við Eysturgrønland.Seinni verður lýst eftir eini ph.d. verkætlan afturat við Eysturgrønland, sigur Eilif Gaard.











