Felagslisti vil vinna valdið í Fuglafirði

Tað er lagt upp til stríðsval í Fuglafirði, nú kommunuval stendur fyri durum. Í kvøld verður uppstillingarfundur hjá bæði lista A og lista B – tað eru listarnir, sum komu í andstøðu eftir seinasta kommunuval. Teir hava nú kastað saman og stilla upp á einum lista.

 

Á seinasta býráðsvalið fekk listi D meirilutan eisnamallur. Listin fekk 451 atkvøður ella 47,23 prosent. Listi A fekk 245 atkøvður og 25,65 prosent, meðan listi B fekk 259 atkvøður og 27,12 prosent. Úrslitið av hesum var, at listi D fekk 5 av 9 býráðslimum og harvið meirilutan.

 

Men samgongan í Fuglafirði helt ikki, tí seinni fór Magnus Suni Midjord, sum varð valdur á lista D yvirum, og harvið kom Sonni á Horni, borgarstjóri á lista D í minniluta. Ein borgarstjóri verður valdur fyri fýra ár, so hann varð sitandi, men hann hevði ikki longur meirilutan aftan fyri seg.

 

Tá nú listi A og listi B kasta saman, so hava teir tilsamans fleiri atkvøður, enn listi D. Og vit kunnu staðfesta, at um hetta var gjørt fyri seinasta val, so kundi Sigurð Simonsen verið sitandi sum borgarstjóri.

 

Atkvøðubýtið millum listarnar á seinasta býráðsvali í Fuglafirði var hetta:

 

LISTI

ATKVØÐUR

%

VALD

LISTI A

245

25,65%

2

LISTI B

259

27,12%

2

LISTI D

451

47,23%

5

 

Hesi vórðu vald í býráðið á seinasta býráðsvali í Fuglafirði:

 

NÝVALT BYGDARRÁÐ

 

LISTI

NAVN

ATKVØÐUR

LISTI A

DÁNJAL VANG

121

LISTI D

SONNI Á HORNI

102

LISTI B

SIGURÐ S. SIMONSEN

86

LISTI B

EYÐUN Á LAKJUNI

76

LISTI D

MAGNUS SUNI MIDJORD

52

LISTI D

PETUR ABRAHAMSEN

49

LISTI D

SIGGA ÓLADÓTTIR JOENSEN

44

LISTI D

ÁRANT G. BERJASTEIN

40

LISTI A

BIRGIR PETERSEN

37