Felagslið við topp-eyðkennum

EB/Streymur tykist hava fingið nøkur av eyðkennunum hjá einum oddaliðið. Í øllum førum man tað vera langt síðani - um nakrantíð - at liðið somikið ómaksleyst er komið at trimum stigum í bestu deildini

Fótbóltur

Seinasti dysturin í 23. umfarinum av Formula-deildini varð spælt mikudagin, tá EB/Streymur og TB avgreiddu dystin, sum varð avblástur vegna vána veður sunnudagin.
Tølini staðfesta, at heimaliðið vann dystin við trimum málum móti ongum, og tað endurspeglar í nógvar mátar veruleikan, sum sæst á stigatalvuni.

Munurin á toppi og botni
Har er TB niðast, og á Eiði sunnudagin spældu teir eisini hareftir. Viljin at vinna og at stríðast tóktist vera ógvuliga avmarkaður. Og hóast teir í løtum væl og virðiliga sluppu at taka lut í spælinum, so megnaðu teir at kalla ongan tíð at gera sær dælt av hesum. Í øllum førum ikki, um metast skal í málmøguleikum, tí verður sæð burtur frá nøkrum hálvum og kanska tríkvartum av slagnum, so vóru hesir ikki til.
Hinvegin sýndu heimamenninir í ávísan mun tær dygdir, sum vanliga eyðkenna eitt oddalið. Ikki minst tann veruleikin, at teir megnaðu at vinna ein púra tryggan 3-0 sigur, uttan at teir nakran tíð veruliga spílaðu seg út. Serstakliga var talan um lága leikferð fyrsta hálva tíman, og nógv mundu halda, at TB hesa løtuna eins væl kundi lagt seg á odda, sum vertirnir. Men tað júst slíkir lutir, sum oftani eru munin millum vinnarar og taparar.
EB/Streymur hevur at kalla ikki uppliva annað enn viðrák seinastu longu tíðina. Síðani summarsteðgin hava teir vunnið 16 av 18 stigum. Og liðið hevur ikki tapt seinastu 11 umførini. Tað ger, at spælararnir verða munandi meira róligir. Fjálturin, sum oftani førir persónlig mistøk við sær, er at kalla burtur, og hóast spælið ikki er upp á tað besta, so hevur hvør einstakur á liðnum eina sannføring um, at málið nokk skal koma.
TB hevur hinvegin bert upplivað mótrák nú í nógv umfør. Verður dysturin á Eiði taldur við, hevur liðið í 14 dystum bara vunnið trý stig. Tað hevur sjálvandi eisini sett síni merki í sjálvsálitið á spælarunum. Eitt sjálvsálit, sum í løtuni tykist vera mest sum ikki-eksisterandi, og har sjálvt lættar temjingar og sendingar yvir bara fimm metrar, ikki eydnast.

Ein perla avgjrødi
Fyrsta málið í einum dysti er ofta tað týdningarmesta, verður sagt. Sum so mundi talan eisini vera um slíkan týdning hesaferð, men meira enn nakað, sum var mátin, sum málið kom uppá, eisini ein undirstrikan av, hvussu tilvildin og eydnast aloftast fyltir ovaru støddu liðunum. Ella er hetta eisini bara eitt tekin um, at hesi lið í størri mun megna at leita eftir hepninum.
Talan var í øllum førum ikki um serliga vandamikla støðu, tá EB/Streymur royndi seg við skoti. Onkursvegna, so stiklaði bólturin tó upp um fyrsta verjuspælaran, áðrenn skrúvandi bólturin fullkomuliga snýtti Óla Johannesen, og so var Sorin Angel - á Eiði verður hann nú kallaður Skorin! - ísakaldur, tá hann skoraði sítt sjeynda mál í fýra dystum.
Og so gjørdist munurin millum liðini enn meira sjónligur. Ferðin var framvegis ikki tann stóra, men tað spælið, sum var, áttu vertirnir. Teitur Joensen kundi kanska økt, men skotið var ikki eins hegnisligt, sum driblingarnar, og so máttu liðini fara til hálvleiks við 1-0 á máltalvuni.
Eftir steðgin hendi ikki tað heilt stóra. TB megnaði sjáldan at trýsta seg fram til nakað serligt, og í hinum endanum komu heimamenninir hampuliga lætt fram til nakrar møguleikar, og í tveimum førum tóku teir so av. Ikki minst var talan um framúr mál, tá Gert Hansen av brotsteigarhorninum høgdi bóltin í mótsatta tríkant, samstundis sum hann við hesum avgjørdi dystin fult og heilt.

GÍ-dysturin er stóra uppgávan
Tað hevur verið sagt fyrr, og veruleikin hjá TB er ikki stórt øðrvísi eftir mikukvøldið. Við fimm stigum upp til VB, gerst hóttandi niðurflytingin alt meira veruleikanær, men enn er tó ikki heilt liðugt.
Talan má í øllum førum sigast at vera um veruligan lykladyst, tá GÍ kemur á vitjan sunnudagin, og kanska sat hetta eisini onkursvegna í høvdunum á spælarunum mikukvøldið. Sjálvandi er tað ikki tilvitað, men veruleikin hevur tað ofta við at hátta sær soleiðis, at stendur ein risa-uppgáva nakað fyri framman, so kámar hendan tær, sum eru á vegnum, og tað var kanska ein frágreiðing til laka avrikið hjá TB mikukvøldið.
Hjá EB/Streymin er støðan bæði øðrvísi og betri. Næstu ferð er tað B36, sum vitjar. Tann uppgávan tykist kanska trupul, men á Eiði er einki at rokna sum ógjørligt í ár. Spurningurin tykist bara vera, hvussu langt upp liðið kann røkka við 12 stigum í seinastu fýra dystunum. Og tað er so nakað, sum teir á felagsliðnum ikki eru harrar yvir.