Bygging
Felagshúsið, sum Dansifrøi letur byggja í Gundadali, er nú komið so mikið áleiðis, at húsanevndin í gjár kundi bjóða til reisigildið á byggiøkinum.
Væl av fólki var samankomið, og millum hesi vóru arbeiðstakarar, arbeiðsfólk, fólk, sum standa fyri eftirliti, umboð fyri fíggingarstovn, umboð fyri Tórshavnar býráð og umboð fyri nevnd og limir í felagnum Dansifrøi.
Við móttøkuna hevði formaðurin í bygginevndini, Høgni B. Mikkelsen, eina frágreiðing um gongdina í arbeiðnum.
Síðan segði formaðurin í Dansifrøi, Petur Petersen, nøkur orð, og at enda bar formaðurin í mentanarnevndini hjá Tórshavnar kommunu, Jógvan Arge, eisini fram eina heilsan og ynskti felagnum eydnu við framhaldandi byggingini av felagshúsinum.
Húsið innilokað
Formaðurin í bygginevndini, Høgni B. Mikkelsen, ynskti øllum vælkomnum – umboðunum fyri Tórshavnar kommunu, umboðunum fyri Eik Banka, ráðgevunum, Magnusi Hansen & Una Patursson, arbeiðstakarunum, Bjarna Poulsen, timburmeistara og Vest Trading við Magnusi Thomsen, sum hava gjørt stoypiarbeiði – og øllum arbeiðsfólkunum, sum hava verið við í byggingini.
- Eg vil eisini ynskja limunum í Dansifrøi vælkomunum – og ikki minst tykkum eldru, sum í sínari tíð vóru við til at stovna felagið.
Høgni segði, at nú felagið kann halda reisigildi, er hetta ein stór løta fyri limirnar í Dansifrøi, sum nú eftir 37 árum á baki kunnu síggja fram til at fáa egin felagshús til virksemið.
- Vit hava eisini eina samstarvsavtalu við Tórshavnar kommunu, sum við felagshúsinum tryggjar teimum ungu í býnum eitt gott dansistað, segði hann.
Trupulleikar
Formaðurin í bygginevndini leit aftur á vakra mánadagin, 4. februar 2007, tá táverandi varaborgarstjórin, Jógvan Arge, setti spakan í til felagshúsið.
- Tá bleiv roknað við, at umleið eitt ár skuldi ganga, til felagshúsið stóð liðugt, men tíverri bleiv hetta ikki so.
Høgni vísti á, at bygginevndin rendi seg í ymiskar trupulleikar.
- Eftir at grundin partvís stóð liðug, og smærri broyting skuldi gerast, kravdust nýggj loyvir. Vit høvdu fleiri samráðingar við Tórshavnar býráð, og endin var, at byggingin kundi takast uppaftur 28. november í 2008.
Hann segði, at byggiarbeiði síðan hevur verið darvað av, at byggingin rendi seg inn í hægstu vetrartíð, at bygginevndin varð umskipað eftir seinasta aðalfund hjá felagnum – og at fyritreytirnar fyri byggingini broyttust nógv í vetur.
Høgni segði, at bygginevndin eisini noyddist at gjøgnumganga alla byggingina av nýggjum við ymisku arbeiðstakararnar fyri at finna út av, um hesir høvdu hug at halda fram og vildu vera við til at finna loysnir og sparingar, soleiðis at verkætlanin kundi fullførast.
- Vit noyddust eisini út at finna loysnir og tilboð upp á tey arbeiði, sum ikki vóru við. Hetta var neyðugt fyri at kunna fáa eitt fullfíggjað yvirlit yvir kostnaðin av felagshúsinum.
Formaðurin í bygginevndini segði, at eingin stuðul fekst frá landinum.
- Men tíbetur er okkara býráð altíð við til at stuðla og hjálpa, eins og Eik Banki hevur víst sín stóra vilja at vera við fyri á tann hátt at menna felagslívið í Tórshavn fyri teimum yngru og eldru í býnum.
Høgni segði, at tað hevur verið alt annað enn ein dansur á rósum at fáa øll hesi viðurskifti upp á plásss, og fundarvirksemið við øllum hesum hevur verið ómetaliga stórt.
- Enn er ikki komið heilt á mál, legði hann aftrat.
Stórur vilji
Formaðurin í bygginevndini legði stóran dent á, at allir arbeiðstakarar og veitarar hava víst ein ógvuliga góðan vilja, soleiðis at hetta byggimál kann loysast.
- Eingin arbeiðstakari hevur enn tikið seg burtur úr, tó at fyritreytirnar fyri byggingini broyttust nógv, og nógv meira arbeiðsorka mátti til fyri at fáa byggingina framda innan okkara kostnaðarætlan. Hetta eiga arbeiðstakarar og teirra fólk stóra tøkk fyri.
Høgni B. Mikkelsen segði seg vóna, at felagshúsið stendur liðugt um ársskiftið komandi.
- Gólvini verða nú endaliga stoypt, og húsið uttan eins og planering uttanfyri verður nú gjørt liðugt.
Hann segði seg vóna, at hesin parturin av arbeiðnum kann verða liðugur, áðrenn summarfrítíðin hjá arbeiðstakarunum byrjar.
- Í summarfrítíðini kemur arbeiði partvís at liggja stilt.
Eitt trivnaðarhús
Høgni B. Mikkelsen segði seg onga løtu ivast í, at felagshúsið hjá Dansifrøi verður eitt satt trivnaðarhús í býnum, bæði fyri yngri og eldri.
Hann heitti á limirnar í felagnum um at standa saman.
- Standa vit saman, ber alt til, legði Høgni B. Mikkelsen, formaður í bygginevndini, aftrat.