Gudstænastan verður í høllini inni í Dal. Jógvan Fríðriksson, biskupur, prædikar, og Bergur D. Joensen, prestur, hevur ein boðskap til børnini. Havstein Klein, prestur, er liturgur, stendur at lesa á heimasíðuni hjá Fólkakirkjuni.
Kristiliga sangkórið syngur, undir leiðslu av Sámali Matras Kristiansen. Børn av Sandi syngja eisini.
Konfirmantar hava saman við lærara og sniðgeva gjørt altartalvu, sum verður avdúkað til høvið.
Føroyska bíbliufelagið vitjar, greitt verður frá um teirra virksemi.
Hetta er ein gudstænasta, har allar sóknirnar í prestagjaldinum eru við, og seta sín dám á.
Áður hava verið millum 300-400 fólk til hesar gudstænastur.
Bátur fer av Gomlurætt klokkan 9.45.
Høvi verður at keypa brunsj undan og suppu eftir gudstænastuna.