Í kvøld verður fundur fyri allar skúlastýrislimir í Tórshavnar Kommunu um framtíðar 10. flokk Tað var í heyst, at ein arbeiðsbólkur handaði mentamálanevndini í Tórshavnar Býráði eitt álit um, hvussu 10. flokkur kann verða skipaður í framtíðini.
Í hesum sambandi verður fundur í Eysturskúlanum klokkan 19.30 í kvøld fyri allar skúlastýrislimir í Tórshavnar kommunu, har teir verða kunnaðir um álitið, sigur Tórshavnar Kommuna.
Tað verður arbeiðsbólkurin, sum fer at kunna um álitið o aftaná verður møguleiki at viðgera tað og at spyrja.
Síðani er ætlanin, at skúlastýrini fáa 14 dagar at ummæla tilmælini í álitinum og síðani fær mentamálanevndin at taka støðu til tað.