Felagsbygningurin skal vera dukandi hjartað á Setrinum

Løgtingslóg um prosjektering av felagsbygningi til kampus hjá Fróðskaparsetri Føroya er løgd fyri Løgtingið

Ósbjørn Jacobsen, arkitektur, tá vinnandi uppskotið um bygningarnar til kampus á Frælsinum varð kosið í fjør

Landsstýrismaðurin í skúlamálum, Djóni Nolsøe Joensen, hevur lagt fyri tingið uppskot um løgtingslóg um prosjektering av felagsbygningi til kampus hjá Fróðaskaparsetri Føroya fram til útboð.

Deildirnar hjá Fróðskaparsetrinum eru í dag spjaddar í Havnini, og eingi felagshølir eru til at savna alt Fróðskaparsetrið. Nýggi felagsbygningurin til kampus hjá Fróðskaparsetrinum er kjarnin í eini yvirskipaðari heildarætlan frá 2018 at savna alt virksemið hjá Fróðskaparsetrinum í ein samanhangandi lestrar- og granskingarbýling, sum fevnir um økið á Frælsinum, í Nóatúni og á Debesartrøð.

– Felagsbygningurin skal vera dukandi hjartað á Fróðskaparsetrinum og ein vitanarviti í Norðurhøvum. Felagsbygningurin skal fyrst og fremst vera eitt livandi lestrarumhvørvi við lesisali, bólkarúmum og krókum, har høvi er at hugsavna seg. Har skal vera ein góð felags móttøka og bókasavnstænasta til lesandi og onnur við ørindum á Fróðskaparsetrinum. Ífelagsbygninginum skulu vera fjølbroytt undirvísingarhøli, sum deildirnar á Fróðskaparsetrinum kunnu nýta eftir tørvi. Har skulu vera liðiligar samkomuhallir, sum kunnu hýsa felagstiltøkum, prógvhandanum og størri altjóða ráðstevnum, sigur landsstýrismaðurin millum annað í viðmerking til uppskotið.

– Felagsbygningurin skal eisini vera skrivstovubygningur hjá meginfyrisitingini á Fróðskaparsetrinum og hýsa rektara, felagsfunktiónum og fundarhølum. Í felagsbygninginum skal vera møguligt at fáa okkurt til matna, og felagsbygningurin skal í mest møguligan mun vera opin fyri almenninginum. Tað er ein fyritreyt fyri menning av hægri útbúgvingum og gransking, at akademiska vitanin verður savnað á einum kampusøki við tí endamáli at samansjóða, skapa trivnað og at gagnnýta synergieffektir, herundir brúka felagshøli, útbúnað, undirvísarar o.a. Felagsbygningurin verður á leið 8.000 fermetrar, sigur hann

Ein arkitektakapping yvir felagsbygningin var hildin í fjørð, og vinnarin av kappingini var kunngjørdur í juni 2023. 

Næsti liður í fyrireikingini av felagsbygninginum er at prosjektera felagsbygningin. Seinastu árini hevur Fróðskaparsetrið verið í einari tilgongd at menna allar útbúgvingarnar eftir Bolognaleistinum, sum er ein felags leistur, flestu hægri lærustovnar í Evropa eru skipaðir eftir.

Hetta fer at styrkja flytførið hjá lesandi á Fróðskaparsetrinum, og gera tað lættari at vitja aðrar hægri lærustovnar sum skiftislesandi, og fer at gera, at prógv frá Fróðskaparsetrinum fáa altjóða viðurkenning.

Umráðandi fyri at fáa góðkenning er, at Fróðskaparsetrið hevur góðar skipanir at stuðla teimum lesandi í at fullføra lesnaðin. Hetta krevur m.a., at fólk, sum hava ella bera rørslu-, hoyri- og sjónbrek, skulu kunna nýta hølini í felagsbygninginum. Lesandi mugu hava lætta atgongd til stuðulstænastur, so sum at fáa leiðbeining frá Studna og Vegleiðingarstovuni. Kampus má vera eitt stað, har tey lesandi trívast, og felagsbygningurin er fyrsta stigið á hesari ferð.

 

 

Ósbjørn Jacobsen, arkitektur, tá vinnandi uppskotið um bygningarnar til kampus á Frælsinum varð kosið í fjør