Felags um eitt ungdómshús

Skála: Í eina tíð hevur ein áhugabólkur á Skála arbeitt við eini ætlan um eitt ungdómshús.

Bólkurin hugsaði í fyrsta umfari um at gera hetta saman við strandingum.

Á seinasta fundi sínum viðgjørdi Runavíkar býráð hetta málið.

Frammanundan hevði sosiala deild havt málið til umrøðu. Her var semja um, at Sjóvar kommuna og Runavíkar kommuna, og sum Skála er partur av, fara í samstarv um hetta ungdómshúsið á vestara armi á Skálafjørðinum.

Av tí at játtan krevst til hetta verður skotið upp, at málið um ungdómshúsið gerst partur av arbeiðinum at gera fíggjarætlanina fyri komandi ár.