Felags tyrvingarpláss umhvørvisgóðkent

IRF og Tórshavnar kommuna hava gjørt avtalu um at gera eitt felags tyrvingarpláss fyri alt landið, ætlað tilfari, sum ikki kann brennast ella endurnýtast.

Eftir ætlan skal tyrvingarplássið hava eina slíka stødd, soleiðis, at tað kann nøkta tørvin í í minsta lagi 20 ár framyvir.

Á Umhvørvisstovuni verður sagt, at tyrving kann hava ávísa dálking við sær, treytað av hvat fyri slag av burturkasti tyrvt verður, og eru tískil eisini treytir um, hvat kann tyrvast í umhvørvisgóðkenningini.

- Á hesum plássinum kann bert tyrvast burturkast, sum ikki er serliga dálkandi og ikki kann endurnýtast ella brennast. Talan kann eitt nú vera um bila- og rútaglas, gips, glasull, keramikk, evju frá vegbrunnum, asbest og eternitt. Umhvørvisstovan kann eisini í serligum førum, og eftir umsókn, loyva, at eitt nú at dálkað tilfar av havbotni, oljudálkað mold ella oljudálkað grót verður tyrvt á plássinum, skrivar Umhvørvisstovan á síni heimasíðu.

Tyrvingarplássið verður innhegnað og læst, so at seyður og óviðkomandi ikki sleppa inn á plássið. Løkir og annað omanávatn oman fyri plássið verður veitt uttan um plássið fyri at minka um nøgdina av vatni, sum rennur ígjøgnum plássið. Harafturat verður alt regnvatn, sum kemur niður á tyrvingarplássið, samlað í veitir niðan fyri økið, reinsað og leitt út á sjógv í leiðing, sum í minsta lagi skal vera 1 m undir størstu fjøru. Kanningar skulu javnan gerast av spillvatninum frá plássinum og av moldini niðan fyri plássið.

IRF stendur sum byggiharri, meðan Tórshavnar kommuna, saman við IRF fer at nýta tyrvingarplássið og verða við til at fíggja raksturin.