Týskvøldið hin 18. oktober vórðu øll starvsfólk innan barnaansing í Norðoyggjum boðin at luttaka í einum felags starvsfólkatiltaki í Skúlanum við Ósánna.
Seinastu árini er samstarvið millum kommunurnar í Norðoyggjum verið rættiliga tætt á barnaansingarøkinum. Eitt nú møtast leiðararnir í skipanunum regluliga til felags fundir og ráðlegging - til fyrimuns fyri allar partar.
Ein liður í hesum samstarvi er ein starvsfólkafundur, sum eftirhondini er vorðin eitt árliga afturvendandi tiltak.
- Í ár varð ljós varpað á nýggja vitan innan positiva sálarfrøði og á positiva sálarfrøði sum amboð í arbeiðslívinum.
Tað upplýsir Sigrun Vágstún, barnaansingarsamskipari hjá Klaksvíkar kommunu, fyri heimasíðuni hjá kommununi.
Tað var Jóhanna Andreasen, sum arbeiðir innan kognitiva terapi og coaching, ið helt fyrilestur við heitinum Survival of the happiest.
Starvsfólkini vóru úr Hvannasunds,-Viðareiðis-og Klaksvíkar kommunu tilsamans eini 125 starvsfólk.
- Evnið og fyrilesturin fekk góð skoðsmál frá teimum luttakandi, sum fóru upplyft heim eftir fyrilesturin, sigur Sigrun Vágstún, barnaansingarsamskipari.










