Felags reglur um skulk hjá næmingum

Næmingar skulu ikki skrivast fyri at skulka, tá ið teir ikki sleppa í skúla fyri veður

 

Næmingar í miðnámsskúlanum skulu ikki skrivast upp fyri at skulka, tá ið teir ikki kunnu møta í skúla fyri veður.

Tað heldur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í skúlamálum.

Gerhard Lognberg, løgtingsmaður, hevur spurt hann, hvussu støðan er hjá næmingum, sum ikki fáa møtt í skúlanum, tí bussar ikki koyra og skip ikki sigla fyri veður, ella av øðrum orsøkum.

 

Hann sigur, at sum er, verða næmingarnir skrivaðir fyri at skulka og tað kann fáa óbótaligar avleiðingar fyri skúlagongdina, tí tað kann henda, at næmingurin ikki sleppur til próvtøku.

Hann veit dømi um, at foreldur eru flutt av Sandoynni inn á meginlandið fyri at tryggja, at barn teirra fekk møtt í skúla.

 

Men Bjørn Kalsø heldur, at er forsømir næmingurin skúlan av umstøðum, hann ikki er harri yvir, eigur hann heldur ikki at verða skrivaður upp fyri at skulka.

 

- Tá ið skúli steingir vegna verður, er ikki vanligt at skráseta næmingar fyri fráveru, tí hetta er frávera næmingurin ikki er harri yvir.

Hann mælir tó til, at næmingarnir ringja í skúlan og boða frá, hví teir ikki fáa møtt.

 

- Mannagongdin hevur verið, at hetta slagi av fráveru verður skrásett, men kann ikki nýtast sum haldgóð grund fyri burturvísing. Burturvísing er eitt agatiltak, sum hvørki er rímiligt ella hóskandi til hetta slagi av fráveru, sigur Bjørn Kalsø.

 

Hann sigur eisini, at saman við skúlunum fer hann nú at taka stig til at skipa felags og rímiligar mannagongdir fyri, hvussu slík mál verða handfarin.