Í upplegginum til sáttmálasamráðingirnar millum figgjarmálastýrið og Føroya Lærarafelag er eitt av krøvunum, at av teimum 27 skyldigu tímunum skulu 2 nýtast til samstarv, tí at nýggja lógin hevur álagt læraranum fleiri og broyttar uppgávur. Tá ið tosið millum fólk fellur á skúla og arbeiðið hjá lærarum, fæst ofta tann fatan, at lærarin hevur nógva frítið, og at arbeiðið er einans teir 27 tímarnir, hann undirvísir, og veit ein ikki betur, kann tað eisini tykjast so.
Til tess at gera arbeiðið hjá læraranum meira sjónligt, eru nýggir tankar komnir inn í fólkaskúlan. Samfelagið er í støðugari broyting, og hevur hetta eina sjálvsagda ávirkan á skúlan. Høvuðstankarnir eru opinleiki, samstarv og at taka støðið í einstaka næminginum.
Sereyðkenni fyri lærarayrkið hevur verið ,at lærarin sjálvur kundi avgera nær, hvar og hvussu hann fyrireikaði sína undirvísing. Til ber at siga , at við teirri nýggju lógini er hetta "frælsið" tikið frá læraranum.
Samarbeiði
eitt lógarkrav
Í grein 14 í nýggju fólkaskúlalógini stendur m.a., at úrtøka næminganna skal javnan verða eftirmett. Henda eftirmeting, ið er sameindur partur av undirvísingini, skal vera støðið undir teirri leiðbeiningini, tann einstaki næmingurin fær, og undir ráðlegging av komandi undirvísing. Í grein 21 í lógini stendur m. a., at álagt verður leiðslunum at tryggja, at lærarar skúlans ráðleggja og fyrireika undirvísingina í einstøku flokkunum, so at allir næmingar kunnu fáa sínar avbjóðingar, og at undirvísingin verður lagað til tann tørv og fortreytir hjá tí einstaka næminginum. Víðari verður sagt, at á hvørjum floksstigi og í hvørjari lærugrein samarbeiða lærarar og næmingur javnan um at áseta tey mál, roynt verður at náa. Arbeiði næmingsins verður lagt til rættis við atliti at hesum málum.
Nú ber til at spyrja, hvat nýtt er í hesi lógini? Hava lærarar ikki altíð ráðlagt og eftirmett? Jú, sjálvandi hava teir tað. Tað nýggja í lógini er, at samarbeiði er vorðið eitt lógarkrav. Nú skal lærarin ráðleggja og fyrireika undirvísingina saman við øðrum lærarum, næmingum og heimunum. Fyrr var hann í mestan mun einsamallur um henda part av yrkinum og ráddi sær sjálvum. Til ber at siga, at við hesi lógini verður tann privatpraktiserandi einalærarin avtikin við lóg, sjálvt um hann nógva staðni longu var avtikin í praksis.
Læraratoymi
Nýggja lógin leggur upp til, at skúlarnir skipa læraratoymi (team), har lærarar í felag ráðleggja og fyrireika undirvísingina og arbeiðið, sum annars er í og rundan um ein skúlaflokk. Vanliga eru millum 3 og 6 lærarar í einum toymi. Týdningarmiklasta arbeiðið hjá einum læraratoymi er at gera eina ársætlan fyri undirvísingina í tí ávísa flokkinum og at fylgja henni upp. Ársætlanin sigur frá tankum og ætlanum av námsfrøðiligum og undirvísingarligum slag. Hon skal skapa eina heild í undirvísingina. Sum skilst er ársætlanin grundarlagið undir allari fyrireikingini í flokkinum, og er hon ein fyritreyt fyri, at til ber at undirvísa í tvørfakligum evnum og spurdómum og at til ber at gera verkætlanararbeiði, sum eisini er eitt krav.
Fyrireikingararbeiði til ársætlanina byrjar millum næmingarnar í flokkinum, áðrenn arbeitt verður víðari við henni í toyminum. Tað hevur eisini týdning, at foreldrini fáa møguleika at ávirka ársætlanina. Hetta kann so aftur opna fyri einum dialogi millum heim og skúla. At enda skal ársætlanin leggjast fyri leiðsluna í skúlanum. Til tess at fylgja upp tí, sum er sett út í kortið í ársætlanini, er neyðugt at læraratoymið javnan kemur saman. Tað er ymist frá einum toymi til annað, hvussu nógvir fundir eru í einum skúlaári.
Flokslærarin
Hvat kann so verða at ráðleggja um? Tvørfaklig evni,verkætlanararbeiði, evnisvikur, seturskúli, foreldrasamarbeiði, felags reglur, ábyrgdarøki og tíðarætlan. Afturat sjálvari undirvísingini skal flokslærarin taka sær av trivnaðinum í flokkinum. Her er eisini neyðugt at samarbeiða við hinar lærararnar í flokkinum. Flokslærarin skal hava samrøður við hvønn einstakan næming, hesar skulu so aftur verða grundarlag fyri foreldraviðtalurnar. Minst eina ferð árliga skal flokslærarin, saman við hinum lærarunum, sum hava ein flokk, hava fund við skúlans leiðslu, har ársætlanin verður eftirmett, úrtøka næminganna verður viðgjørd, hvat er viðgjørt á toymisfundum, hvussu samarbeiðið hevur gingið og um sociala trivnaðin í flokkinum.
Sum sæst, skal lærarin nýta nógva tíð og orku útyvir tíðina, hann undirvísir og fyrireikar sína egnu undirvísing. Tveir skemalagdir tímar til hetta má verða eitt minsta krav.