Fara í fasta gerðarrættin við ósemjuni

Sjúkrarøktarfrøðingar fremur óheimilað stríðsstig. Tað sigur Fíggjarmálaráðið, sum krevur málið fyri Fasta Gerðarrættin

– Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hevur í skrivi í dag klokkan 12 boðað frá, at allir sjúkrarøktarfrøðingar sum starvast innan sáttmálaøkið hjá Fíggjarmálaráðnum fara í arbeiðssteðg beinanvegin uttan nakra fráboðanarfreist.

 

– Fíggjarmálaráðið hevur boðað Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar frá, at tá sjúkrarøktarfrøðingar, settir innan sáttmálaøkið hjá Fíggjarmálaráðnum fara í verkfall, uttan at halda fráboðanarfreistina, so er hetta eitt óheimilað stríðsstig sambært avtaluni um fráboðanarform og fráboðanarfreist undan arbeiðssteðgi millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, dagfest 10. apríl 2014.

 

Málið verður tí beinanvegin lagt fyri Fasta Gerðarrættin sum skundmál.