Felagið Vágar, sum rekur Vága Kunningarstovu, lat mikudagin upp nýggja heimasíðu, sum sæst á www.vagar.fo.
Tað er lýsingarstovan Sansir, sum hevur ment heimasíðuna, og hon er bygd upp á sama hátt sum tær heimasíðurnar, Sansir frammanundan hevur latið úr hondum. Nevnast kunnu til dømis heimsíðurnar hjá Sørvágs- og Sandavágs kommunum.
Heimasíðan www.vagar.fo er í høvuðsheitinum ein ferðavinnusíða, sum tó er ætlað allari vinnu sum heild í Vágum og Mykinesi. Á síðuni ber til at síggja, hvørji ferðavinnutilboð eru í Vágum og Mykinesi, og síðan verður loypandi dagførd og ymiskt lagt afturat, so sum møguleiki fyri savnsvitjanum, matstøðum, nátthúsum o.s.fr.
Eisini er síðan ætlað sum ein tíðindasíða, har ymiskt, sum fyriferst í Vágum verður lýst við tíðindavinkli. Alt í alt er heimasíðan www.vagar.fo ætlað sum ein uppslagstalva, har tiltøk í Vágum og Mykinesi verða lýst.










