Felagið Peningastovnar havt aðalfund

BÚSKAPUR

Vinnugreinafelagið hjá peningastovnum í Føroyum, Felagið Peningastovnar, sum varð stovnað 7. november 2002, hevur havt sín fyrsta aðalfund.
Sum nevnt í tíðindaskrivi í sambandi við stovnanina er felagið ætlað sum felags málgagn mótvegis almenninginum, eins og tað hevur til endamáls at virka fyri góðum starvsviðurskiftum hjá føroyskum peningastovnum. Fyrsta tíðin hjá felagnum hevur víst, at tørvur var á tílíkum málgagni, tí felagið hevur fingið áheitanir, bæði frá almennum myndugleikum og øðrum, um at geva sína hugsan til kennar viðvíkjandi viðurskiftum, sum hava almennan áhuga.
Felagið hevur hesa fyrstu tíðina somuleiðis virkað fyri at fremja starvsviðurskifti limanna á fleiri økjum, tað verði seg viðvíkjandi teimum reglum limirnir virka undir og viðurskiftum annars. Til hetta er at siga, felagið t.d. hevur luttikið í kjakinum um ætlaðar broytingar í kunngerð til lógina um persónslupplýsingar, eins og felagið við samskifti við skattamyndugleikarnar hevur roynt at virka fyri greiðari reglum fyri rindan av vinningsbýtisskattti.
Tað er vón stovnaranna, at løgting og landsstýrisumsiting framhaldandi fara at nýta ta siðvenju, at nýta felagið sum hoyringsmálgagn, tá lóggivið verður um viðurskiti, sum viðvíkja peningastovnum.
Nevnd felagsins varð afturvald á aðalfundinum og er hon mannað Jørn Astrup Hansen, Føroya Banka, Marneri Jacobsen, Føroya Sparikassa, Eyðfinni Reyðberg, Norðoya Sparikassa og Mikkjali Sørensen, Suðuroyar Sparikassa. Nevndin hevur skipað seg við Jørn Astrup Hansen sum formanni og Marneri Jacobsen sum næstformanni.