Felagið hjá Atla Danielsen kravt á húsagang

Fyrr í ár segði grannskoðanarfyritøkan Fleming Hansen nei til eina akkord-afturgjaldingarskipan, sum leiðslan í Frem bjóðaði teimum. Og nú hevur grannskoðanarfyritøkan sent eitt konkurskrav til Sjó og Handilsrættin.

Fyri leiðsluna í Frem kemur hetta ikki, sum nakar skelkur. ?Vit hava gingið og bíðað eftir hesum boðunum frá Fleming Hansen? sigur stýrisformaðurin í Frem; Erik Gamst við danska Tipsblaðið í dag. Akkord-afturgjaldingarskipanin vildi borið við sær, at Granskoðanarfyritøkan hevði beinavegin fingið 20% av tí útistandandi peninginum. Leiðslan í Frem vónar at fáa konkurskravið umstoytt í Sjó og Handilsrættinum. Hetta ætla teir at gera við at vísa á akkord-afturgjaldingarskipanina, sum teir í Frem hava lagt fyri dagin. Teir í Frem siga seg at hava fingið eina semju um afturgjalding við allar kreditorarnar, uttan bara við Fleming Hansen og Muffe Holding.