Felagið fyri hoyrbrekað í Føroyum, Nicolina Dahl
Aðalfundur var hildin í Felagnum fyri hoyribrekað herfyri. Formaðurin Jákup Danielsen segði seg frá og Marjun Hansen tók ikki við afturvali. Í teirra stað vóru vald Katrin Rubeksen og Torkil Hansen. Nevndin hevur skipað seg við Torkil Hansen sum formanni, Poul Øregaard sum skrivara og næstformanni, Katrin Rubeksen sum kassameistara og Leivur Guttesen er eykalimur. Dávur Neshamar røkir bókhald og limalista. Nicolina Dahl fer at hava skrivliga samskiftið og kunning úteftir. Ætlanin er skjótt at fáa gongd aftur á heimasíðuna www.hoyribrek.fo.
Felagið hevur átikið sær at skipa fyri fundi í Norðurlendsku samstarvsnevndini NHS, sum verður í døgunum 14.- 15. august.
Vit meta, at tað framvegis er stórliga brúk fyri felagnum til at gera vart við mong øki, sum viðvíkja hoyrnini – bæði fyribyrging og tænastu til teirra, sum missa hoyrn. Í løtuni fyriliggur uppskot til løgtingslóg um, at brúkaragjald skal leggjast á hoyritól á almennu hoyriklinikkini og at tilskotið til hoyritól á privatu klinikkini skal lækka. Felagið mótmælir hesum uppskoti, sum fer at fáa álvarsligar avleiðingar fyri hoyribrekað.
Tað eigur sum meginregla ikki at vera munur á viðgerð av hoyribreki og allari aðrari viðgerð innan heilsuverkið – øll slík viðgerð eigur at vera goldin av tí almenna.
Vit gera vart við, at eitt hoyritól er í høvuðsheitum IKKI ein útreiðsla fyri landið, men ein inntøka, tí at hoyritólið kann hjálpa hoyribrekaðum at varðveita sítt tilknýti til arbeiðsmarknaðin og sparir tískil landinum almannaveitingar.










